Komin undir land við koronaheilivági

Evropiska Læknaevnisumboðið (EMA) nærkast eini treytaðari góðkenning av læknaevninum Remdesivir til viðgerð av koronasjúklingum.

Tað segði stjórin í EMA, Guido Rasi, í eini hoyring í umhvørvis- og heilsunevndini hjá Evropatinginum í dag.

EMA hevur fyrr í ár viðmælt, at lækna nýta læknaevnið til fólk, sum eru innløgd við koronavirus.

Tað kann umboðið gera við heilivági í menning, sum enn ikki er góðkent. Men tað skal gerast undir »strongum treytum«. Tað kreuvr, at tað er ein annar góðkendur heilivágur ímóti sjúkuni, sum skal viðgerast.

Remdesivir varð ment í 2009 til viðgerð av hepatitis C og sum møguligt evni ímóti virussjúkuni ebola.

/ritzau/