Komin til heiður og æru aftur

Gamli matvøruhandilin hjá Jens Eli Ellefsen er komin til heiður og æru aftur. Men í staðin fyri alskyns kolonialvørur, er tað nú fiskur av mesta slagi, ið fyllir hillar og frystiboksir

Beint undan ársskiftinum læt ein nýggjur handil upp í Miðvági. Tað vil siga, har hevur verið handil fyrr, men tað eru mong ár síðani hann læt aftur. Tað var tá í tíðini ein kolonialhandil, men nú er mjøl og rosinur skift út við laks og rækjur.

Tað er nevniliga komin ein fiskahandil í bygdina, og hóast vit eru fiskivinnutjóð burtur av, so finst neyvan nakar annar fiskahandil sum so í Føroyum. Handlar eru, sum gera rættiliga nógv burtur úr fiskamati, men Fiskakjallarin, sum handilin í Miðvági eitur, er hin einasti, sum selur fisk burturav.

Tað er fyrrverandi handilsmaðurin og reiðarin, Jens Eli Ellefsen, sum hevur tikið stig til hendan nýggja fiskahandilin, og tað er eisini hann, sum rekur hann.

- Vit byrjaðu í smáum beint undan ársskiftinum, og tað hevur bara gingið heilt hampiligt. Vágafólk hava tikið væl ímóti handlinum, haldi eg, vit kunnu siga, greiðir Jens Eli Ellefsen frá.

Hann hevur brúkt hesa tíðina frá handilin læt upp til nú at byggja eina vørugoymslu upp, og nú kann hann bjóða eitt breitt úrval av fiska- og sjómati.

- Trupulleikin hevur verið, at tað hevur verið so ómetaliga ringt at fingið fatur á fiski, so eg haldi fólk eru glað fyri, at tey nú kunnu koma her og fáa fríska fyrstafloks vøru, sigur Jens Eli Ellefsen.

 

Bert frá útróðrarbátum

Nú skal ikki remsast upp her alt tað, sum er at fáa í Fiskakjallaranum, men av eitt sindur meira forkunnugum fiskavørum kunnu nevnast havtaskuhalar og saltfisk.

- Vit gera alt til sjálvi. Skera fiskin, salta hann til saltfisk, vacuumpakka hann og so framvegis. Vit hava eini høli niðri við keiina, sum eru góðkend av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og har hagreiða vit allan fiskin, sigur Jens Eli Ellefsen.

Rávøruna fær Fiskakjallarin alla frá útróðrarbátum.

- Sonurin hevur ein kanadiskan bát og rør út, so frá honum fái eg ein stóran part av rávøruni. Restina fái eg frá øðrum útróðrarbátum, tí eftir at virkið í Miðvági er latið aftur, fæst einki haðani, og tað, sum kemur upp á land til landingarmiðstøðina í Sørvági, fer beinleiðis av oynni í lastbilum, sigur Jens Eli Ellefsen.

Men tá nú fiskahandilin liggur í Vágunum, er tað bara náttúrligt, at flakið í handlinum kemur frá flakatrolaranum Vesturvón.

Annars fæst eisini laksur, bæði sum flak og sum kotelettir, rækjur, scallops og ræstur og turrur fiskur, fyri at nevna nakrar vørur aftrat. Og so sjálvandi eisini fiskafrikadellir og knettir.

 

Víðka úrvalið

Júst nú er vertíð fyri rognum, men tey eru heldur ikki so líkatil at fáa fatur á. Kortini hevur tað eydnast hjá Fiskakjallaranum at fáa nakað av hesum góðbita, og í tí sambandi verða seld rogn og feskur fiskur í dag og í morgin til vanliga upplatingartíð, sum er frá 10 til 12 og frá 15 til 17.30 gerandisdagar og frá 10 til 12 leygardagar.

Annars er Fiskakjallarin í ferð við at seta saman eitt tilboð til fólk, sum skulu ferðast um flogvøllin til eitt nú Danmarkar, og sum fegin vilja hava nakað av forkunnugum fiskavørum niður við til vinir ella kenningar.

- Talan verður um serliga pakkaðar eskjur, sum egna seg væl til at hava við í flogfarinum. Fólk kunnu eisini ringja framman undan (á tlf. 332414), og so er pakkin klárur av heinta, tá tey koyra framvið á veg á flogvøllin, sigur Jens Eli Ellefsen.

Hann arbeiðir eisini við øðrum víðkanum av útboðnum. Eitt nú er hann í holt við at kanna, um tað ber til at flyta lomviga inn til Føroya úr Íslandi, og fæst hendur á lunda, tá tann vertíðin er, so verður tað eisini partur av vøruskránni. Sama er galdandi við náta, tá tann tíðin kemur.

Men í løtuni fegnast Jens Eli Ellefsen bert um, at hann hevur lagt væl frá landi við Fiskakjallaranum í Miðvági.