Komin til Føroya fyri at sleppa undan sóttarhaldi

Sálarliga hevur hann tað betri av tí, sigur hann

Í hesum døgum er ein norðmaður í Føroyum í einum heilt serligum ørindum. Hann hevur búð í Danmark í fleiri ár, men flytir nú aftur heim til Noregs. Men ferðast hann beint úr Danmark til Noregs, skal hann í sóttarhald á hotelli í Noregi í tíggju dagar.

Men kemur hann til Noregs úr Føroyum, sleppur hann undan tí. Tískil er hann nú komin til Føroyar, her hann er hevur leigað sær eina íbúð í 11dagar, áðrenn hann fer til Noregs 21 desember.  – og sleppur frá at fara í sóttarhald.

Bård Andersen sigur við tv2 í Noregi, at so langa heimferð, hevur hann ikki havt, men tá ið hann ferðast umvegis Føroyar, er tað rætt og slætt fyri at sleppa undan at sita í sóttarhaldi í Noregi.

Hann hevur ikki bústað í Noregi og tískila má hann í sóttarhald á hotelli og tað kostar einar 5.000 krónur, áleið tað sama, sum íbúðin í Føroyum kostar.

Men í Føroyum fær hann gjørt mat sjálvur og hann hevur eitt størri frælsi at ferðast í náttúruni og tað hevur hann einki ímóti at rinda ferðaseðil til og úr Føroyum, fyri.

Og sálarliga hevur hann tað betri av at vera í Føroyum enn at sita í sóttarhaldi í Noregi og tí tekur hann ferðina til Føroyar sum eina feriu.

Hann sigur við tv2, at hann dugir væl at síggja, at hetta tykist eitt sindur mótstríðandi, men hann ætlar at halda øll tilmæli um kanningar fyri koronu og um, hvussu hann annars skal bera seg at ímeðan hann er her. Og áðrenn hann kom higar, hevur hann verið mestsum í sóttarhaldi í Danmark fyri at minka um vandan fyri at draga smittu til Føroya.