Føroyska fótbóltslandsliðið hevur fjepparar kring allan heimin, eisini uttanfyri Europa. Hesir fjepparar eru hugtiknir av lítla landinum, sum tekur dystin upp ímóti teimum stóru londunum.
16 ára gamli, Joaquín Mémoli Suárez býr í høvuðsstaðnum, Montevideo í Uruguay. Hann býr stutt frá tjóðarleikvøllinum hjá Uruguay, sum gjøgnum árini hevur vunnið HM í fótbólti tvær ferðir, OL gull í fótbólti tvær ferðir, og Copa America heilar 15 ferðir, umframt eina serliga kapping, Mondalito í 1980, sum var ein 50 ára minniskapping fyri ta fyrstu HM-kappingina, sum var í 1930 í Uruguay.
Joaquín Mémoli Suárez sigur, at fótbóltur hevur nógv at siga fyri Uruguay, og at tað merkist millum fólk, tá fótbóltslandsliðið hjá teimum fær góð úrslit, sum t.d. tá teir gjørdust nummar fýra í HM-endaspælinum í Suðurafrika í 2010.
Joaquín Mémoli Suárez hevur ein dreym um at koma til Føroya at ganga í skúla, gjarna í Kambsdali. Hann hevur stóran áhuga fyri oyggjasamfeløgum yvirhøvur. Á myndini sæst Joaquín Mémoli Suárez saman við gomlu landsliðshetjuni, Rógva Jacobsen. (mynd: Ivan Eginsson)
Undir greinini ber til at hoyra samrøðuna Rás2 hevði við Joaquín Mémoli Suárez í morgunsendingini fyrrapartin.
Joaquín Mémoli Suárez filmaði eisini 1-0 málið hjá Rógva Baldvinsson, og tann upptøkan sæst eisini undir greinini her.