Komin at leggja 36 venjarum lag á

Í kvøld og í morgin hevur Peter Schreiner venjaraskeið á Tórsvølli, og í FSF-húsinum

60 ára gamli týskarin, Peter Schreiner hevur nógvar royndir, sum venjari. Hann hevur verið víða kring heimin, har hann hevur havt bæði venjaraskeið og fótbóltsskúlar. Nú hevur Venjarafelagið boðið honum til Føroya.

 

Tað sum Peter Schreiner vil vísa á serliga tekniskar menningar møguleikar í venjingini av ungum og vaksnum leikarum. Tann stóra yvirskriftin hjá Peter Schreiner hesar dagarnar eru fyribrigdi sum "High Speed Soccer", og at læra “Tiqui taca” og “One-Touch-Soccer”.

 

36 venjarar eru á skeiðnum hjá Peter Schreiner, sum er í kvøld, og í morgin. Peter Schreiner hevur saman við øðrum gjørt nógv undirvísingartilfar á bæði enskum og á týskum, bæði sum skrivligt tilfar, og sum DVD-fløgur.

 

Seinnapartin vitjaði Peter Schreiner seinnapartssendingina hjá Rás2, har hann umframt at greiða frá sínari undirvísing, og sínari fótbóltsfilosofi, sum leggur seg at kenda venjaranum Pep Guardiola, eisini greiddi frá hvussu tað var at verða landsliðsvenjari hjá týska landsliðnum í blindafótbólti. 

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra samrøðuna við Peter Schreiner.