Tann 25. mai verður ein ráðstevna undir heitinum Strategi Resultat á Det ny Teater í Keypmannahavn. Fimm danskir topleiðarar umframt heimskendi managementserfrøðingurin, Stephen Covey, fara at geva sítt boð uppá, hvussu evnini at halda fokus og raðfesta hava avgerðandi týdning fyri úrslitið hjá fyritøkuni. Skalt tú eini ørindi í Danmark, so ber til at leggja hetta saman við ráðstevnuni. Synergi heldur, at tað átti at verið spennandi og áhugavert fyri føroyingar at kunna fara til eina slíka ráðstevnu uttanlanda. Tær halda, at tað ræður um at koma út úr dunnuhylinum, og tí bjóðar felagið tveir ymsikar pakkar, og so kann tann áhugaði sjálvur velja.
1. Ferð við Atlantsflog 24-26. mai, ferðaavgjald og ráðstevnuluttøka
2. Ferð við Atlantsflog 24-27. mai, ferðaavgjald og ráðstevnuluttøka
Haldari av Børsen on line fáa 500 kr. í avsláttri. Um tú ynskir gisting, kunnu vit bíleggja hetta fyri teg. Vit hava avtalur við fleiri hotel.
Spennandi upplegshaldarar
Seks ymiskir upplegshaldarar verða á ráðstevnuni.
Stephen Covey, rithøvundur, hevur skrivað bókina "Seven Habits of Highly Effective People", sum er seld í 15 milliónum eintøkum - harav 50.000 í Danmark. Hann stendur á listanum hjá Time Magazine, sum ein av teimum 25 amerikanarum, sum hava stórsta ávirkan.
Klaus Holse Andersen, Vice President, Microsoft Norðureuropa hevur ábyrgd fyri øllum virkseminum hjá Microsoft í Norðureuropa. Fekk hetta starv í apríl 2003, áður var hann stjóri í Microsoft Danmark.Martin Ågerup, rithøvundur og presidentur fyri "Akademiet for Fremtidsforskning" er stjóri í GCI Future og hevur serligan áhuga fyri tí rákið, ið er við at skapa samfelagið umframt tøknini, ið skapar framtíðina.
Alfred Josefsen, adm. stjóri, Irma varð útnevndur "Ársins leiðari 2003" og hetta ikki uttan orsøk. Hann var maðurin, ið bjargaði Irma og fekk virkið at blóma aftur. Eitt prógv uppá leiðaraevnini hjá Alfred Josefsen er, at Irma er farin frá einum 18?anda til eitt 7 pláss yvir bestu arbeiðspláss í Danmark, umframt at Irma eisini er á TOP-100 listanum yvir bestu arbeiðspláss í Europa.
Karin Verland, adm. stjóri, Pfizer Danmark er útlærd lækni. Í 2001 gjørdist hon stjóri í danska dótturfelagnum hjá Pfizer. Karin Verland leiddi samanleggingina av donsku deildini og Pharmacia í 2003, ein samanlegging sum resulteraði í verðins stórstu medisinalfyritøku, sum samstundis er tann medisinalfyritøka, ið kann vísa á skjótasta vøkstur.
Ulrik Bülow, adm. stjóri, Danmarks Turistråd hevur verið topleiðari í fleiri stórum donskum fyritøkum. Eitt nú var hann adm. stjóri í SONOFON, higani hann kom frá, tá hann gjørdist stjóri í Danmarks Turistråd. Kollegar kalla hann eina dynamiska resultatorienteraða eldsál.
Meira er at frætta um hesa ráðstevnuna og til ber eisini at tekna seg á heimasíðuni hjá Synergi, sum er www.synergi.fo