Offur verður tikið upp til missiónsarbeiði hjá Heimaforbundinum og Frelsunarherinum.
Peningurin fer óskerdur til at hjálpa kvinnum í Bangladesh at læra at lesa og skriva. Eisini verða tær lærdar at ansa sær fyri HIV og AIDS og øðrum sjúkum, eins og at hjálpa teimum at fáa arbeiði, so tær kunnu forsyrgja sær og sínum.
Eisini verður drekkamunnur og andakt. Øll eru vælkomin.









