Komið og hjálpið Kaj Leo

Løgmaður fekk ikki 200 men níggju milliónir krónur. Sostatt vantar honum pengar og sparingar eru neyðugar. Kom tú og hjálp løgmanni at spara - send okkum títt sparihugskot til løgmann ella send okkum ítøkilig hugskot til, hvussu løgmaður kann økja inntøkurnar

Miðlahúsið fer við hesum undir ein nýggjan tátt. Ein tátt, sum skal hjálpa løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, at finna peningin, sum skal til fyri at fáa endarnar at røkka saman, nú hann hann einans fekk slakar níggju milliónir krónur í øktari ríkisveiting – og ikki millum 130 og 200, sum aðalmálið var.

- Vit skulu spara ella fáa hægri inntøkur. Og tað kunnu vit so gera við tilfeingisgjaldi, tilfeingisskatti, uppsøgnum og tað, sum tú kann finna uppá, segði løgmaður í Degi og Viku týskvøldið.

Vit taka løgmann upp á orðið og ”fara at finna uppá”. Vit ynskja rætt og slætt, at tú, góði lesari, sendir okkum títt sparihugskot ella hugskot til nýggjar inntøkur, sum Miðlahúsið so fer at bera víðari til løgmann.



Kom við uppskotum

Politiska landslagið kenna vit. Flatskatturin er samtyktur, og pensjónir verða skattaðir við inngjaldi heldur enn útgjaldi. Hetta er dagsins politiski veruleiki, sum ikki verður lættur at broyta við sitandi samgongu. Sparihugskotini og nýggju inntøkurnar mugu tí taka útgangsstøði í tí kós, sum landsstýrið hevur stungið út í kortið.

Í vikuni hava vit til dømis víst á, hvussu landsstýrið søplar pengar burtur við at lata upp í 164.000 skattafríar krónur til landsstýrismenn at ferðast til arbeiðis. Hetta er bæði høpisleyst og órímiligt. Tað hava vit víst á í Sosialinum og á Rás2, og hetta hevur løgmaður tikið til sín. Hann segði nevniliga við Rás2 í gjár, at kostnaðarendurgjaldið til landsstýrismenn skal endurskoðast.

Hetta er bert eitt dømi um, at tað ber til at ávirka og broyta ting - at hjálpa løgmanni at spara og finna nakað av tí peningi, sum restar í hjá honum og hjá føroyska samfelagnum.

Orðatakið sigur: legg lítið við lítið, tað verður stór rúgva umsíðir.

Vit vita, at tit vita um øki, har sparingar kunnu fremjast ella har inntøkur kunnu tryggjast - stórar sum smáar. Tí ynskja vit at fáa tíni góðu hugskot um sparingar ella inntøkuøkingar - soleiðis at løgmaður fær tað hjálp, honum tørvar.