Johan Mortensen
Valevni
----
Ternuryggur er vakra økið norðanfyri Havnina. Ternuryggur var ein perla. Einaferð hevði Havnin visionerar, kreativiar Býráðslimir sum ásannaðu tørvin á at Havnin hevði eitt rekreativt øki. Í 1930 unum samdist man um at Havnafolk skuldi fáa Ternurygg og fingu vit sokallaðu “kolonihavastykkini”, leigustykkir, har Havnafólk høvdu ein litlan urtagarð, veltu eplir, røtir og rabarbur, summi høvdu eitt litið hús har tey kundi kóka sær ein kaffimun og annars hugnaðu fólk sær í hesi friðsælu náttúruni og børnini spældu í ánni sum var full av sílum. Eitt sera rekrativt øki og sum sera nógv Havnafólk nýttu og høvdu stóra gleði av.
Tíðanverri er ídag lítið og onki eftir av gamla Ternuryggi. Sethúsaøkið hevur man latið vaksað ótarnað á Tenuryggi og ídag eru mest niðurdottin hús, húsaleivdir, skrambul, burturkast og so ein dálkað á, vit kunnu veruliga tosa um náttúruslumm !
Og mitt í hesum øki hevur man so givið loyvi til byggja eitt ljótt, yvirdimensionerað monstrum av einari betonbrúgv sum hevur staðið í hálvum gekki í mong ár. Henda brúgvin er allarhelst ætlað at leiða 3000 bilar inn og úr Havnini hvønn dag. Hvat huxa tey á Byggi og Býarskipanardeildini ? Hetta er vakri Ternuryggur og Havnin og ikki ein high way inn í Los Angeles.
Tað er sera deprimerandi at síggja Ternurygg ídag og hvussu hetta áður so vakra økið er degenererað, forsømt og burturgloymt av Býráðnum og ongan góðan eigur longur.
Við góðum vilja ber kanska til at bjarga nakað av Ternuryggi og Vatnaskørðum, komi eg í Býráði vil eg so royna. Meira enn nakrantíð hava stressaðir Havnaborgarar og teirra børn tørv fyri at velta, hava urtagarðar og at síggja tað vakra í náttúruni.