Edmund Joensen, sum er 73 ára gamalur og er primusmotorurin aftan fyri náttúrulundina við Streymin, sigur, at tað hevur tikið trøunum í urtagarðinum hjá honum og konuni umleið 25 ár at gerast fimm til seks metrar høg.
- Hóast tað veksur væl í Sundalagnum, skal eg gerast rættiliga gamal, um mær skal unnast at uppliva náttúrulundina í fullum blóma, sigur hann.
Tað var tíðliga í nítiárunum, at hann og konan, Edfríð Joensen, fóru undir at gróðurseta trø á stóra lendinum, tey eiga kring heimið á Oyri. Grundstykkið er á umleið 6000 fermetrar, og trøini í urtagarðinum í dag eru einar fimm til seks metrar høg.
- So, skal eg uppliva eina tilsvarandi lund, sum hana, vit hava her í okkara urtagarði á Oyri, skal eg gerast rættiliga gamal. Eg eri farin væl um tey sjeyti, føddur 19. september í 1944.
Tað er tí greitt, at Edmund Joensen fer at nærkast teimum 100, áðrenn trøini, sum nú eru og verða gróðursett í náttúrulundini við Streymin, kunnu roknast við at vera í somu hædd sum í urtagarðinum á Oyri.
- Men, eg hopi so sanniliga, at eg sleppi at síggja, at her fer at grógva um gangandi fót, og at henda spennandi verkætlan verður framd, soleiðis sum hon nú liggur í kortunum. Kanska fari eg tá at ganga her í barndømi og spyrja, hvat hetta er fyri nakað, sigur Edmund Joensen brosandi.
Spurdur, um urtagarðurin hjá honum Edfríð hevur verið við til at kveikt hugskotið og áhugan fyri náttúrulundini, sigur Edmund Joensen, at hetta er einki at ivast í.
- Her veksur óføra væl um okkara leiðir, og tað er urtagarðurin hjá okkum á Oyri eitt próvfast dømi um. Nú vit hava arbeitt og gróðursett trø her norðan fyri brúnna á streymoyarlandinum, hava vit nógvastaðni sæð, at her fyri mongum árum síðan hevur verið mikil trævøkstur.
Edmund Joensen sigur, at tey gomlu skóru nógv torv um hesar leiðir, báðu megin sundið, og her er nógvur mógvur. Hann heldur fyri, at tað er mangur vorðin heitur av at hava fingið torv úr hesum øki.
Verkætlanin, sum eitt áhugafelag - Náttúrulundin við Streymin - stendur aftan fyri, verður ein lítlan kilometur suður og norður á streymoyarlandinum, báðu megin brúnna, og hon verður nakað stytri á eysturoyarlandinum.
- Eg hopi, at náttúrulundin verður eitt økið, her føroyingar sum heild koma at steðga á og njóta náttúruna, eins hetta eisini verður eitt øki, sum útlendingar, ið vitja okkara vakra land, koma at brúka á ferðini í Føroyum, sigur Edmund Joensen.










