Komið nú til arbeiðis, sambandsfólk!

Annnita á Fríðriksmørk
----------------------------------


Tað átti at verið ringt at siti hendur í favn og skriva. Men tað megna sambandsfólk. Tey hava síðani 2001 sitið hendur í favn og skrivað um blokkstuðulsniðurskurðin.
Hetta gera tey tí tey siga seg trúgva uppá, at tað er blokkurin sum skapar virðini í Føroyum.
Men sjálvandi í einum landi við trúðarfrælsi, mugu tey kunna trúgva tí tey vilja. Bara ergriligt at ein manning, sum skal eitast at stýra landinum sleppur so lætt.
Ongin av teimum skrivar um broytingar í fiskivinnupolitikkinum. Sjálvt um broytingar har kundu givið landskassanum hundraðtals milliónir afturat. Tey gera onki við kommunusamanleggingina, hóast tey glaðbeint lótu landsstýrisfólkini seta ein bólk fyri og annan eftir at skriva álti um kommunumál. Skúlareformin taka tey ikki uppá tunguna. Miðfyrisitingina hava tey onga meining um. Og búskapin hava tey mist alla vón um…

Alt samalt tí blokkurin varð skorin í 2001!

At fáa nakað boð frá landsins leiðara um broytingar og betringar og gongdar leiðir hevur ongin nakrar vónir um, hvørki í samgonguni ella í andstøðuni. Og hetta finna sambandsfólk seg eisini í. Bara tey sleppa at skriva um blokkstuðulsniðurskurðin í 2001.

Tey trútta dag og dagliga niður í fólk um, at rótin til alt ilt í Føroyum er blokkstuðulsniðurskurðurin í 2001, tí man tá onki skuldi seta í staðin. Hetta siga tey hóast inntøkurnar til landskassan frá skatti og avgjøldum eru øktar við eini milliard síðani 2001, ella við øðrum orðum, so eru inntøkurnar øktar tríggjar ferðirnar blokkstuðulsniðurskurðin! Eisini um vit taka skattalættarnar við, sum ABC flokkarnir í óðum verkum settu í gildi fyri fáum árum síðani.

Men um nú blokkstuðul var rótin til alt gott, hvussu ber tað so til, at Grønlendingar, sum fáa ein blokk, sum er góðar fimm ferðir størri, enn tann, sum føroyingar fáa, kortini hava størri hall á teirri fíggjarlóg enn vit hava, og nógv størri sosialar trupulleikar?
Og um vit sóu fyri okkum at vit fimmfaldaðu blokkin og fingu eins nógv og grønlendingar fáa í blokki. Halda sambandsfólk so, at vit høvdu loyst allar trupulleikar á sjúkrahúsverkinum almannaverkinum og at vit høvdu fingið allar útisetarnar heim aftur.

Ella hvussu ber tað til, at sambandsfólk finna seg í at sita í samgongu og ignorera allar innlendis trupulleikar og ístaðin hava alt fokus á blokkstuðulsniðurskurðin í 2001. Hví bjóðar man seg fram at stýra landinum, tá ið man sigur seg onki kunna gera, tí blokkurin er skorðin.

Er tað nú ikki uppá tíðina, at Sambandsflokkurin fer til arbeiðis. Tey hava sitið við valdið í 6 ár, og sita Gud hjálpi tú mær enn og pilka við triðingin, sum tíbetur varð skorin av blokkinum. Slíkt apati er ábyrgdarloysi og hevði undir vanligum treytum fingið avleiðingar.

Blokkstuðulin er gjald frá dønum fyri, at teir hava vald á okkara fullveldi. Í so máta eru góðar 600 mio kr peanuts. Onki annað land í heiminum hevði funnið uppá at latið 279.000 ferkilometrar til annað land fyri eina góða hálva milliard árliga. Slíkt er ikki til sølu í londum,har borgarar hava virðing fyri sær sjálvum.


Men sambandsfólk siga at jú meira vit fáa í blokkstuðli, jú betur eru vit fyri. Javel, so er Grønland kanska bara undantakið í regluni, og støða Føroya sum t.d. í nítiárunum fór á heysin við fullum blokki somuleiðis undantakið. Men ongin regla uttan undantak, - bara ergriligt at onki dømi í hesi teori prógvar regluna.

Blokkstuðulin er 5% av BTÙ sambært búskaparfrøðingum og búskaparráðnum. 5%! Tað er eitt klípi - ella ein pirra, sum onkur hevur tikið til. Tað sum dominerar í okkara búskapi er arbeiðsmarknaðurin og tað virksemi, ið har er, við fiskivinnuni og alivinnuni á odda, og tað umfar, sum hesar vinnur í høvuðsheitum virka og skapa í føroyska samfelagnum, og sum er grundarlagið undir øllum øðrum virksemi í landinum. Tað er føroyingurin, sum skapar virðini í samfelagnum. Tað er arbeiðskonan og maðurin, starvsmaðurin og konan, tað eru lærararnir, pedagogarnir og tey á sjúkrahúsunum, tað er fiskimaðurin og tey á brúnni, tað eru handverkararnir og tey sum leiða, og tey sum arbeiða sjálvboðið við alskyns frítíðarvirksemi, tað er mentanarvirksemi, ítrótturin, trúarlívið, bygdalívið og býarmentanin, sum mynda Føroyar. Tað eru hesi, sum eiga æruna fyri, at vit hava eitt samfelag, sum virkar, og sum mennist. Tað er tað føroyska fólkið, sum virkar og livir hvønn dag, sum skapar land okkara og mennir tað.

Hevði ynskt, at eisini Sambandsfólk trúðu hesum. So høvdu tey í øllum førum virt fólksins virksemi, meira enn tey hálóva tí lítla sindri, sum blokkstuðulin er.