Fíggjarmálaráðið
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava verið í samráðingum við Føroya Pedagogfelag síðan í desember í fjør.
Av krøvunum frá arbeiðsgevarunum er bara eitt eftir á borðinum, og nú sigur felagið, at
samstundis ætlar Fíggjarmálaráðið at avtaka tænastumannasetanir, uttan at geva sær og okkum nóg góðar stundir til at viðgera hesar umfatandi broytingar.
Í hesum umfari hevur felagið vitað um kravið í 9 mánaðir, og tá ið tað hevur verið ført fram áður, kann tað undra, at felagið sigur seg ikki hava havt stundir at viðgera tað.
Vantandi viljin hjá politikarunum at vera við til samráðingarnar er ein onnur grund, sigur felagið. Í juni sleit felagið samráðingarnar við hesu somu grundgeving, og kom tá á tal við politikararnar. Síðan tað hava samráðingarnar hildið áfram við embætisfólkum, sum vanligt er í øllum øðrum sáttmálasamráðingum.
Felagið sigur um broytingar í dagstovnalógini:
Vit meta broytingina sum eina kollvelting innan økið.,
meðan Kommunala Arbeiðsgevarafelagið als ikki sær ta stóru broytingina í hesum.
Felagið sigur seg hava sent uppskot til ítøkiliga semju, sum Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ikki hava tikið støðu til, men bara eru komin við burturforkláringum og uttanumtosi.
Tílík skriving førir ikki til nakað gott, og tí fara vit ikki alment at gera viðmerkingar til hetta uppskot. Vit fara bara at endurtaka: Samráðingar eiga at fara fram við samráðingarborðið, ikki umvegis teldupostar og ikki umvegis fjølmiðlarnar.
Tað er undranarvert, at felagið lýsir arbeiðssteðg heldur enn at koma til samráðingarborðið, tí vit bíða bara eftir fundarboðum.
Tórshavn tann 5. oktober í 2006