Komið fram í ljósið

?Á sama hátt sum eg stríðist fyri, at kvinnur í Bangladesh og Zambia skulu hava møguleika fyri fríari fosturtøku, haldi eg, at vit hava eina serliga ábyrgd fyri at tryggja hesi rættindini hjá øllum kvinnum í danska ríkisfelagsskapinum, sigur framsøgumaðurin hjá SF, Kamal Qureshi, sum er farin undir at savna pening til føroyskur kvinnur, sum ynskja fosturtøku í Danmark

?Føroyskir politikkarar royna bara at leggja lok á kjakið um fosturtøku. Teir skuldu heldur komið fram í ljósið, og sagt sína veruliga hugsan um, hví føroyskar kvinnur í Føroyum verða noyddar at ferðast til Danmarkar, tí tær ikki ynska at vera við barn.
Framsøgumaðurin hjá Sosialistisk Folkeparti (SF) í javnstøðumálum, Kamal Qureshi, heldur tað er burturvið, at føroyskir politikkarar nú standa á rað og skuldseta hann fyri at blanda seg í føroysk viðurskifti, tí framsøgumaðurin hevur sagt sína hugsan um støðuna hjá føroysku kvinnum í fosturtøkuspurninginum.
?Teir skuldu heldur hildið seg til boðskapin hjá okkum, sum er, at eingin kvinna í heiminum eigur at vera við barn ímóti hennara vilja. Tað er burturvið, at teir fýlast á, at eg blandi meg í føroysk viðurskifti. Allir danskir politikkarar hava meiningar um altjóða politikk, ES og ríkisfelagsskapin, og hví skuldi eg so ikki hava møguleika at siga mína hugsan um júst hetta økið, spyr Kamal Qureshi.
?Á sama hátt sum eg stríðist fyri, at kvinnur í Bangladesh og Zambia skulu hava møguleika fyri fríari fosturtøku, haldi eg, at vit hava eina serliga ábyrgd fyri at tryggja hesi rættindini hjá øllum kvinnum í danska ríkisfelagsskapinum, sigur framsøgumaðurin hjá SF

Innsavnan
Kamal Qureshi og danska felagið Kvindeligt Selskab eru farin undir at savna pening saman til føroyskar kvinnur, sum kenna seg noyddar at fara til Danmarkar at fáa fosturtøku, tí tær ikki fáa hana í Føroyum. Ætlanin er, at føroyskar kvinnur kunnu søkja um pening til ferðaútreiðslur, gisting og fyri viðgerð á privatum sjúkrahúsi.
Við Danmark Radio sigur Kamal Qureshi: ? Allar kvinnur í ríkisfelagsskapinum skulu hava rætt til fría fosturtøku, líka mikið um tær fara til lækna í Føroyum ella um tær venda sær til Ríkissjúkrahúsið. At verða tvungin til at vera við barn, sum tú ikki ynskir, er líka ræðuligt um tú býrt í Føroyum, Danmark ella aðrastaðni í heiminum.
Kamal Qureshi sigur, at avgerðin um at savna pening inn kemur fyrst og fremst av, at tað er grundhugsjónin hjá SF, at allar kvinnur í heiminum skulu hava møguleika at taka ein fosturtøku, um tær ikki ynskja at vera við barn.
?Føroyskar kvinnur-sum hava havt ráð- hava gjøgnum fleiri áratíggju ferðast til Danmarkar at fáa fosturtøku. Innsavnanin er ætlað sum eitt tilboð og ein hjálp til føroyskar kvinnur, sum á hvørjum ári ferðast til Danmarkar fyri at fáa sær ein lógliga fosturtøku, sigur fólkatingslimurin hjá SF.

Føroyska fosturtøkulóggávan stavar frá 1956, og hon forðar føroyskum kvinnum at fáa fosturtøku framda, uttan at tær hava verið neyðtiknar ella at teirra heilsa er í vanda.


Citat:
? Hetta er skammiligt, og eitt dømi um áskoðanina, at Føroyar eru hjáland. Hvat høvdu danir sagt, um føroyskir politikkarar arbeiddu fyri at broyta danskar lógir ?
Formaður Miðfloksins Jenis á Rana við Ritzau

? Hetta er dømi um, at danir skilja ikki politisku støðuna, tá politikarar og danskur felagsskapur ætla at finna eina loysn á føroyska málinum um fosturtøku. Hetta skapar politiskar trupulleikar og ger tað truplari at endurskoða fosturtøkulógina her í Føroyum.
Høgni Hoydal við Danmark Radio

? Kamal Qureshi hevur eftir øllum at døma fullkomiliga miskilt ríkisfelagsskapin. Kjarnan í ríkisfelagsskapinum er, at Føroyar og Danmark í hvør í sínum lagi skipa síni viðurskifti, og vit blanda okkum ikki í viðurskiftini hjá hvørjum øðrum
Hans Pauli Strøm við Sosialin