Komandi vikurnar fara at staðfesta, hvussu álvarsligur skaðin hjá Real Madrid spælaranum er
Læknarnir hjá Real Madrid hava hugt nærri at knænum hjá áleyparanum, og vónin er, at teir ikki verða noyddir at leggja Raul undir skurð fyri skaðan, sum hann fekk fyri trimum vikum síðani.
- Alt gongur væl í løtuni, men næstu vikurnar verða avgerandi. Hvat og hvussu ber illa til at siga, fyrr enn eg fari av høkjunum í næstum.
Spania er í HM-kappingina í bólki H saman við Tunis, Ukraina og Saudi Arabia.