- Komandi val verður eitt virðisstríð

Tað sigur Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari, nú løgmaður hevur boðað frá nývali.

- Nú er greitt, at kanningini hjá løgtinginum, ið Gammeltoft gjørdi, um leiklutin hjá løgmanni, hevur havt eina avleiðing við sær, nevniliga nýval. Tað kann tykjast, at løgmaður útskrivaði val fyri at sleppa undan einum orðaskifti um seg sjálvan. Harumframt tykist, at samgongan er lammað. Tað sæst millum annað í málinum um fiskivinnunýskipanina.


Tað sigur Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari, um avgerðina hjá løgmanni at útskriva nýval í dag.


Árni Gregersen metir, at avgerðin hjá løgmanni í dag, var kærkomin hjá Javnaðarflokkinum, ið nú slapp undan at taka støðu til eitt misálit.


- Ongin semja var millum andstøðuflokkarnar, um hvat man skuldi gera við løgmann. Tí meti eg, at allir vórðu glaðir fyri nýval. Serliga Javnaðarflokkurin, ið hevur frásagt alt samstarv við Fólkaflokkin. Um teir skuldu atkvøtt fyri eitt misálit á leiðaran í Sambandsflokkinum, so høvdu teir útiloka eitt samstarv við teir. Harvið hevði flokkurin verið í eini veikari samráðingarstøðu mótvegis Tjóðveldinum aftaná næsta løgtingsval, tí man hevði útiloka flestu møguleikar.


Sjálvur metir Árna Gregersen, at komandi løgtingsval, fer at verða eitt virðistíð millum bý og bygd.


- Eg vænti, at komandi val verður eitt virðisstríð, ið fer at snúgva seg um hvussu ognirnar hjá fiskivinnuni skulu býtast. Tað verður eitt stríð millum bý og bygd, um hvør skal hava lut í yvirskotinum hjá vinnuni. Eitt stríð um hvussu nógv skal fara aftur til vinnuna og hvussu nógv skal fara til samfelagið, so tað kann rekast á tí støði, ið fólk og flestu politikarar ynskja.