Komandi Vága kommuna

Í gjár var hildin vegleiðandi fólkaatkvøða í Mið- og Sandavági um samanlegging av kommununum. Sáttmálin hevur ligið frammi og nógv er kunnað um hetta. Hóast vallutøkan var lítið meir enn 50% vísti ein klárur jaligur hugburður seg

Borgarar í Sandavági, Miðvági og á Vatnsoyrum kunnu gera seg tilreiðar at kalla seg íbúgvar í Vága Kommunu. Valið av kommunustýrislimum verður annan týsdag í novembur. Sjálv samanleggingin verður framd 1. januar 2009. Høvuðspunktini í sáttmálanum eru hesi trý: 1: At tryggja at borgararnir í samanløgdu kommununi fáa betri tænastu. 2: At fáa meira burtur úr við at samskipa rakstur og íløgur. 3: Allir borgarar, uttan mun til bústað, fáa somu tænastu, hava somu skyldur og rættindi.

Sáttmálin bindir tó kommunurnar saman beinavegin. Kommunurnar báðar hava rætt til at hava eitt umboð á fundum hjá hinari kommununi. Tó bara við talu-, og ikki atkvøðurætti. Borgarstjórarniri báðum kommununum eru báðir fegnir um úrslitið. Teir síggja nógvar nýggjar møguleikar við samstarvinum, og vóru báðir á einum máli um, at saman standa kommunurnar sterkari.

Ein sigur fyri øll

Fólkið í báðum kommununum atkvøddu fyri samanleggingini, ið var løgd fram. Nógv samstarv hevur verið áður, og hetta var bara fullfíggjandi stigið, segði Johannes Klein, borgarstjóri í Miðvágs kommunu. Millum málini, har samanleggingin veruliga fer at vera ein fyrimunur í, nevndi hann útbygging av eldraøkinum og skúla. Hetta hevði ikki verið gjørligt hjá kommununi at staðið einsamøll um.

Jógvan Sjúrður Hansen, ið er borgarstjóri í Sandavágs kommunu, nevndi millum annað at nú kundu kommunurnar samstarva um verkfrøðingar og slíkar útreiðslur, ið er óneyðugt at báðar arbeiða hvør sær um.

Báðar kommunurnar vera við til at gera fíggjarætlanina fyri 2009. Hetta merkir at borgarstjórarnir vera við til fundirnir hjá hinari kommununi. Felagsskattaprosentið verður síðan ásett út frá fíggjarætlanini.

Báðar kommunurnar eiga pening á bók. Miðvágs kommuna eigur 8 milliónir og Sandavágs næstan 10 milliónir.

Fólkið hevur talað

Hóast lítla vallutøkan kundi bent á líkasælu millum borgararnar, hildu báðir borgarstjórararnir at talan var um, at meirilutin hevur talað. Meir enn helvtin vóru á vali, og meir enn helvtin av teimum atkvøddu fyri samanleggingini. Ein av orsøkunum kundi vera, helt Sandavágs borgarstjóri, mundi vera at nógv eldri hildu seg longu hava sagt sína hugsan. Ein vegleiðandi fólkaatkvøða er ikki nakað, ið ein kann vænta stóra luttøku til. Umframt tað, so var ein slík í januar, uppundir løgtingsvalið, har vóru mikið fleiri á vali, og úrslitið var hitt sama.

Báðir borgarstjórarnir søgdu seg hava fingið jalig aftursvar frá borgarum sínum, ið hava vent sær til teirra eftir atkvøðudagin. Framyvir kemur kommunustýrið at halda til í Miðvági og nevndar- og kommunustýrisfundir, og umsiting í Sandavági.

Eftir á vágoynni er Sørvágs kommuna, har Sørvágur, Bøur, Gásadalur og Mykines eru í. Hendan kommunan valdi at ikki fara uppí samstarvið við hinar.