Í samband við HM-undankappingardystin millum Føroyar og Skotland á Tórsvølli 12. oktober klokkan 19.45, fara fjepparafeløgini hjá landsliðunum báðum, at skipa fyri fjepparatiltakið og fótbóltsdysti millum fjepparafeløgini.
Fjepparalandsdysturin millum Skansan og The Tartan Army verður leiktur á ovara vølli í Gundadali í Havn klokkan 14.
Endamálið hjá Skansanum og The Tartan army er at savna inn pening til vælgerandi endamál, umframt at styrkja sambondini millum londini. The Tartan Army Group sum er skotska fjepparafelagið kemur til Føroya við einari gávu áljóðandi 5.000 bretsk pund (umleið 44.000 krónur) til Javna.
Tey í Skansanum vilja gera alt fyri at hjálpa til við at økja upphæddina til Javna, so at nógv kann koma burturúr peninginum, ið verður latin.
Javni hevur boða Skansanum frá at innkomni peningurin verður brúktur til at gera spælipláss fyri rørsluveik/rørslutarnað. Allur peningurin sum kemur inn, fer óskerdur til Javna – Felag fyri fólk við menningartarni og familjur teirra.
Tað ber til at stuðla vælgerandi tiltakinum við at seta pening á konto: 9181 – 5592765.
Ein avger sjálvur upphæddina ið ein vil lata. Øll sum stuðla við meira enn 250 kónum, eru við í lutakastinum um fýra signeraðar landsliðstroyggjur, umframt signeraðar liðskiparablusur frá øllum feløgunum í BETRI deildini hjá monnum. Trekt verður beint aftaná fjepparadystin.
Skansin sigur, at øll eru vælkomin at stuðla: bæði privatpersónar, feløg, felagsskapir og onnur vinnurekandi.