Komandi mikukvøld heiðrar Eysturkommuna Óla Jacobsen

Mikukvøldið verður Óli Jacobsen heiðraður í heimbygd sínari, Norðragøtu

Eysturkommuna skrivar: - Vit heiðra Óla Jacobsen á føðingardegi hansara, mikudagin 21. august 2024, fyri tað stóra íkast hann hevur gjørt av siðsøguligum tilfari til kommununa.

 

Tiltakið er í kantinuni hjá PRG frá klokkan 19:00.

 

Osmund Justinussen og Óli Jacobsen siga nøkur orð, og vit fáa kaffi og kaku.

 

Í samband við tiltakið, er eisini møguleiki at vitja Fornminnissavnið.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin. Skrivar Eysturkommuna.