Komandi FIFA-dómarin verður blaðungur

Stóri trupulleikin hjá dómarunum hevur verið, at tilgongdin yvir fleiri ár hevur verið ov lítil

Dómarar

Um vikuskiftið høvdu fótbóltsdómararnir og FSF eftirmetingarfund av farna kappingarárinum.
Yvir høvur tóktist niðurstøðan vera, at dómararnir hava gjørt eitt gott arbeiði í nú lidna kappingarárinum. Men Karl Vidtfeldt, formaður í dómaranevndini hjá FSF, ásannar tó, at talan hevur verið um ávísar trupulleikar.
- Fyrst og fremst, so gav tað trupulleikar, at vit í ár herdu krøvini til dómararnar, sum døma í fremstu deildunum. Tað hevði við sær, at talið av dómarum í Formula-deildini og aðru deild minkaði úr ellivu niður í átta, og nøkur umfør gav hetta trupulleikar við tilrættisleggjanini. Ikki minst tey bæði umførini, har deildirnar spældu sama dag.
Karl leggur tó dent á, at krøvini til dómararnar ikki verða linkað av hesi orsøk.
- Yvir høvur hava dómararnir tikið væl undir við hesum. Einstakar røddir hava sjálvandi tosað ímóti, men semja tykist vera um, at skal dómarastøðið hækkast, so er neyðugt við ávísum krøvum, staðfestir hann.

Betra tilgongdina
Ein spurningur, sum ofta hevur stungið seg upp seinnu árini, er, hvussu ein støðug tilgongd av dómarum verður tryggjað.
Hetta er ein trupulleiki, sum kanska er minni nú, enn hann hevur verið. Men tá talið í eldra dómaraættarliðnum støðugt minkar, so hvørt sum hesir fella frá, so gerst gamli trupulleikin alt meira eyðsýndur.
Nakað endaligt svar upp á hetta, hava hvørki FSF ella dómararnir funnið fram til enn, men hetta er eitt mál, sum arbeitt verður við, sigur Karl. Bæði á tann hátt, at fleiri skeið verða hildin komandi ár, eins og ætlanin eisini er at fáa eina meira aktiva coaching.

Næsti FIFA-dómarin
At enda spurdu vit Karl, hvørt FSF hevur sett nakra kós í kortið, nú vit í næstum skulu finna fram til nýggjan føroyskan FIFA-dómara. Her hevur Lassin Isaksen enn eitt ár, áðrenn hann fellur fyri aldursmarkinum, men skulu føroyingar eisini hava ein altjóða dómara eftir hetta, skal ein útveljing fara fram longu nú, soleiðis at ein innstilling er greið til heystar.
- Vit hava so ikki valt nakran út enn, men talan verður allar helst um ein av teimum yngru dómarunum, sum vit hava í fremstu deildunum, staðfestir Karl. Komandi kappingarárið fara vit at eygleiða hesar neyvt, og so verður ein innstilling gjørd eftir hesum, sigur altso formaðurin í dómaranevndini.
Tað vil við øðrum orðum siga, at næsti altjóða dómarin verður ein rættiliga ungur av slagnum. Teir fimm »ungu« dómararnir, sum Karl sipar til, eru Petur Reinert, Páll Augustinussen, Eiler Rasmussen, Dagfinn Olsen og Georg N. Rasmussen. Av hesum er Georg við sínum 34 árum elstur.