Inga Dahl
valevni fyri Fólkaflokkin
Týsdagin 9. november skal nýtt býráð veljast.
Eitthvørt nýtt býráð má byggja víðari á tað støðið, sum fráfarandi býráð hevur lagt.
Tað býráðið, sum nú leggur frá sær, hevur við fólkafloksleiðslu lagt eitt gott støði, hevur ment kommununa á øllum økjum og goldið alla skuld.
Men vit standa ikki í stað. So hvørt eitt mál er loyst, eru onnur fyri framman, og vit eru alla tíðina ávegis til at gera kommununa betri og betri hjá hvørjum einstøkum borgara.
Fólkaflokkurin bjóðar seg fram við einum fullmannaðum lista A
Á listanum eru 17 val-evni. Hetta eru kvinnur og menn við kunnleika og lívsroyndum á øllum økjum. Vit kunnu nevna mentan, almannamál, teknisk mál, vinnumál, heilsumál og fíggjarmál.
Ein sterk umboðan av lista A í býráðnum borgar fyri einari tryggari framtíð í kommununi.
Vit vilja framhaldandi føra ein skynsaman fíggjar-politikk, soleiðis at komm-unan sum heild, og eisini hvør einstakur fær mest møguligt afturfyri hvørja goldna skattakrónu.
Setið kross við lista A ella eitt av valevnunum á listanum.
Gott val