Komandi chilenski forsetin hartar alivinnuna

- Laksaídnaðurin í Chili, sum hevur verið fyri stórum vøkstri seinastu árini har suðuri í landinum, hevur hugsað ov lítið um síni mistøk, sigur komandi forsetin í Chili.

Komandi forsetin í Chili, 35 ára gamli Gabriel Boric, sum verður yngsti forseti í landinum nakrantíð, hevur sínar røtur í Punta Arenas har suðuri í Chili. 

 

- Eg gerist forseti fyri allar chilenar, og eg fari at gera mítt besta fyri at meistra hesa velduga stóru avbjóðing, hevur hann sagt í chilenskum sjónvarpi.

 

Vinstrasinnaði, Gabriel Boric, tekur við forsetaembætinum í mars, og í valstríðnum lovaði hann at "jarða" nýliberalistiska búskaparliga "modellið" eftir einaræðisharran, Augusto Pinochet.

 

Hann hevur sagt seg vilja leggja størri skatt á tey ríku fyri at skapa umstøður fyri betri sosialum tænastum, berja niður stættarmun og styrkja umhvørvisverndina.

 

Gabriel Boric kennur laksavinnuna í teirri región, har hann er vaksin upp, og hann hevur sagt seg vilja eftirmeta búskaparligu og umhvørvisligu árinini av stórum vinnugreinum sum eitt nú alivinnuni.

 

iLaks.no skrivar, at komandi forsetin í Chili er stúrin fyri tí stóra vøkstri, sum er í ídnaðinum í Magellan-regiónini, har hann sjálvur er uppvaksin, og hann hevur sagt, at alivinnan er ein av vinnugreinunum, sum dálka mest í Chili.

 

- Eg trúgvi, at laksaídnaðurin í Chili, sum hevur verið í stórum vøkstri seinastu árini har suðuri í landinum, hevur hugsað ov lítið um síni mistøk, hevur komandi forsetin sagt.

 

Gabriel Boric heldur eisini, at tað skal vera eitt mark fyri, hvussu nógv alivinnan í økinum skal veksa, og hann heldur eisini, at inntøkurnar, sum alivinnan skapar í økinum, skulu koma regiónini til góðar. 

 

- Tað er ikki bara at ala, heysta og útflyta. Tað eigur eisini at bera til at hava atknýttar vinnur í økinum, men vit skulu ansa eftir umhvørvinum, hevur komandi forsetin í Chili sambært iLaks sagt.