Koma við sínum boð upp á fiskivinnunýskipan

Í morgun klokkan 10 hevur Sambandsflokkurin boðið fjølmiðlum til tíðindafundar, flokkurin fer at leggja fram tað, sum flokkurin sjálvur kallar »eitt slóðbrótandi uppskot frá flokkinum um fiskivinnunýskipan«.

 

– Fiskivinnan hevur nú bíðað í heili 9 ár eftir einari loysn, sum kann skapa støðugar karmar um virksemi í vinnuni, soleiðis at til ber at leggja til rættis rakstur og fremja neyðugar íløgur, bæði uppá styttri og longri sikt, skrivar flokkurin í innbjóðingini til miðlarnar.

 

Flokkurin sigur eisini, at hetta uppskotið frá Sambandsflokkinum verður fyrsta ítøkiliga uppskotið frá einum politiskum flokki um, hvussu okkara høvuðsvinna skal skipast í framtíðini.

 

– Talan er um eina slóðbrótandi og ítøkiliga loysn, sum fer at tryggja stovnsrøkt, fremja inntøkuskapan í vinnuni og skapa samfelagsgagn frá tilfeingisinntøkunum, sigur flokkurin.

 

Tað var við árslok í 2007, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, segði øll fiskiloyvi vóru upp at fara úr gildi við árslok 2017.

 

Í hesum tíðarskeiðið hava allir flokkar á tingi sitið í landsstýrinum – summir longri og summir stytri. Fimm mans, umboðandi tríggjar flokkar hava sitið við ábyrgdini av fiskivinnumálum: Tveir úr Tjóðveldinum, tveir úr Fólkaflokkinum og tveir úr Sambandsflokkinum:

 

1. Høgni Hoydal frá15. september 2015 –

 

2. Jacob Vestergaard 16. februar 2012 til 15. september 2015

 

3. Jákup Mikkelsen 14. november 2011 - 15. februar 2012

 

-   Jacob Vestergaard 26. september 2008 - 14. november 2011

 

4. Johan Dahl 4. mai 2011 til 14. november 2011

 

5. Tórbjørn Jacobsen frá 4. februar 2008 til 15. september 2008

 

6. Bjørn Kalsø frá 25. februar í 2004 til 4. februar 2008.