Nógv umtalaða skeiðið í forritan fyri børn og ung, sum Bókasavnið við Løkin fyriskipaði farna vetur, er nú byrjað aftur. Undirtøkan er framvegis góð. Yvir 20 børn og ung í aldrinum frá 7. til 10. flokk luttaka. Skeiðið er ein verkstova fyri børn og ung, har tey læra at forrita (programmera). Luttakararnir koma langvegis frá, fyri at luttaka. Foreldur koyra við sínum børnum heilt úr Klaksvík og Havn til bókasavnið við Løkin í Runavík. Listin yvir bygdir og býir er langur: Klaksvík, Norðagøta, Strendur, Skála, Skálabotnur, Saltnes, Runavík, Saltangará, Hósvík og úr Tórshavn.
Ongin annar stovnur í Føroyum hevur slíka undirvísing, og m.a. tí fegnast KT-fólk serliga um hetta tiltak. Foreldur og børn fegnast eisini, tí endiliga er eitt viðkomandi og meiningsfult tilboð til tey børn, sum hava serligan áhuga fyri teldum og forritan. Og eisini er áhugavert, at hetta ikki bert er ein dreingjabólkur, men at eini 5 av luttakarunum eru gentir.
Farna vetur skipaði Bókasavnið við Løkin fyri skeiði í forritan fyri børn og ung. Hetta var eitt nýtt tilboð, sum ikki var í Føroyum frammanundan. Undirtøkan vísti seg at vera ovurhonds stór. Umleið 40 børn og ung meldaðu seg til, og flestu gjøgnumførdu allan veturin. Luttakararnir komu úr fleiri býum og bygdum. Flestu kring Skálafjørðin, men eisini úr Klaksvík, Leirvík, Gøtu, Hósvík og Hoyvík. Fjølmiðlar, skúlar kring landið og foreldur vístu skeiðinum stóran ans. Hetta prógvaði at tørvur var á hesum skeiði. Tí er mótið gott, nú farið er undir annað árið.
Í ár hevur bókasavnið fingið samstarv við Kvøld- og Ungdómsskúlan í Runavíkar kommunu, um at skeiðið verður boðið út í teirra skrá. Skeiðið er tó, eins og í fjør, á Bókasavninum við Løkin og undirvísararnir eru teir somu. Talan er um Oddfríða Petersen, Hansmar Poulsen og Jógvan Andersen. Í ár er Signar Nielsen komin aftrat sum undirvísari. Hesir arbeiða allir innan KT-vinnuna í privata og almenna sektorinum. Skúlin við Løkin er eisini beinasamur at læna bókasavninum farteldur til høvið. Bókasavnið fegnast um undirtøkuna, og vónar og væntar at hetta nú er fastur táttur í virkseminum á bókasavninum komandi árini.










