Í morgin fer eitt lítið flutningsflogfar hjá norsku verjuni til Kiruna í Svøríki eftir kistunum við teimum fimm, sum doyðu, tá eitt norskt Hercules-flogfar rendi á svenska fjallið Kebnekaise tann 15. mars.
Flogfarið við teimum fimm kistunum setir seg á Gardermoen-flogvøllin uttan fyri Oslo, og tey fimm verða so jarðað, har tey búðu.
Til fyri einum mánað síðani leitaðu norsk og svensk leitingarfólk á vanlukkustaðnum, og alt, sum er funnið, er fingið oman av fjallinum. Leitingin bleiv steðgað, tá blot kom í kavan, men hon verður tikin uppaftur í summar.
Fýra menn og ein kvinna vóru í vanlukkuflogfarinum. Tey vóru millum 35 og 46 ára gomul.