Koma í somu neyð hvørt ár

? Politiska skipanin, vit hava at arbeiða undir, er ov stirvin og tí koma vit í somu neyð, hvørja ferð, Smyril skal í dokk, sigur stjórin á Strandferðsluni

Suðuroyarsiglingin

?So leingi skipanin er so stirvin, sum hon er, koma vit í somu neyð ár eftir ár.
Reidar Nónfjall, stjóri á strandferðsluni, sigur, at tað er ikki nógv Strandferðslan fær gjørt við trupulleikarnar, sum ár eftir ár stinga seg upp á suðuroyarleiðini, tá ið Smyril fer í dokk.
Hann sigur, at Strandferðslan er bundin á hond og fót og fær tí onki gjørt fyri at loysa trupulleikan.
?Vit arbeiða undir eina játtanarskipan, sum er alt ov stirvin og fyrrenn vit fáa eina liðiligari skipan, er trupult at síggja nakra loysn, sigur hann.

Vita ikki hvar vit flóta
Hann sigur at tað er ikki, fyrrenn fíggjarlógin verður samtykt á nýggjárinum, at Strandferðslan veit, hvussu nógvan pening hin hevur at arbeiða fyri árið eftir.
? Sostatt er Strandferðslan í sama bólki sum allir aðrir almennir stovnar, hóast okkara virksemið als ikki kann samanberast við aðrar stovnar, tí vit skulu altíð leggja upp fyri nógvum útreiðslum, sum vit ikki kenna og tí noyðast vit at innrætta okkum øðrvísi enn stovnar gera, har arbeiðið í stóran mun er tað sama ár eftir ár, men tað er tað ongantíð hjá Strandferðsluni.
? Í desember 1999 vóru vit úti fyri, at Løgtingið skarvaði 7,5 milliónir av okkara játtan fyri 2000. Og tað sigur seg sjálvt, at undir slíkum umstøðum er vónleyst at leggja til rættis.
Og Reidar Nónfjall sigur, at eftir nýggjár er alt ov seint at fáa ferjur til leigu, sum hóska seg til Suðuroyarleiðina.
?Av røttum skuldu vit longu nú farið at leita eftir avloysaraskipið til næsta ár, men tað er ongin møguleiki, tí tað er ikki fyrrenn á nýggjárinum, at vit vita, hvar vit flóta næsta ár, fíggjarliga.
? Tí er tað ómøguligt at gera bindnandi avtalur langt fram í tíðina og tað er tann stóri trupulleikin.
Reidar Nónfjall sigur, at tí kundi hann hugsa sær eina liðiligari skipan
Hvussu tað skal gerast, veit hann ikki. Men talan kann t.d. vera um, at Strandferðslan fær eina langtíðarjáttan, ella at fíggjarnevndin fekk heimild at geva Strandferðsluni eina bráfeingisjáttan, ella at Løgtingingið kundi givið Strandferðsluni eina tilsøgn um eina játtan komandi ár, so at at varð endaliga samtykt seinni.