Koma neyvan til Langasands í dag

- Tað er ein fyrimunur at kenna húsini, so vit altíð vita, hvar rottangarnir eru, sigur klaksvíkingurin Heri Joensen.

Hansara arbeiði er at tøma rottangar kring landið. Hósdagin í farnu viku hitti Sosialurin hann í Streymnesi.

 - Eg havi arbeitt við hesum síðani 1995. So tað er mær til fyrimuns, sigur Heri.

Saman við starvsfelaga sínum, pólendinginum Martini eru teir staddir við uttastu húsini á Streymnesi, á økinum har kappróðrarneystið liggur.

Úr bilinum gongur ein long slanga, og beint nú er Martin farin undir at tøma ein rottanga í niðaru síðu av bygdarvegnum.

Hetta er skjótt gjørt, tí menn eru vanir við slíkt arbeiði. Stóri tangabilurin koyrir nakrar metrar longur fram, og nú skal tangin tømast í einum hvítum sethúsum í ovaru síðu.

Rottangin liggur beint við vegin, og tí er einfalt at sleppa til og einfalt at tøma hann. Tað er týðiligt, at Heri og Martin eru vanir við hetta.

- Vit hava ein annan bil, sum ger hetta sama. Vit hava okkara rutu og teir hava sína, soleiðis at vit ikki vevjast uppi í økinum hjá hvørjum øðrum, sigur Heri.

Tá tangin á bilinum er fullur, verður tað turra tilfarið koyrt norður til Gjánoyri, millum Nesvík og Langasand.


Arbeiða seg norðureftir

Hósmorgunin vóru teir báðir IRF-menninir í ferð við at gera tað, sum teir so mangan hava gjørt áður, bæði hendan dagin og undan hesum degi.

Tá vit hittu teir fyrrapartin vóru teir í Streymnesi fyri at tøma rottangarnar har.

- Vit arbeiða okkum spakuliga norðureftir, greiðir Heri frá til Sosialin.

Teir byrjaðu her í bygdini, og tá tann seinasti rottangin var tømdur, var ætlanin at leggja leiðina norður til Langasands, Haldórsvíkar og víðari til Tjørnuvíkar.

Spurningurin var kortini, um teir komu at røkka allar hesar bygdirnar á eystursíðuni á Streymoynni í dag.

- Eg vænti heilt erliga ikki, at vit koma longur enn til Langasands í dag, sigur hann.


Hindrar ikki

Hvørt einstakt húsarhald hevur ein slíkan rottanga, men tað er ikki altíð eins lætt hjá einum nýbyrjaðum at finna hann.

Hjá Hera er hetta arbeiðið munandi lættari, tí hann í fyrsta lagi hevur verið so leingi í hesi vinnuni.

Umborð á bilinum hava teir haraftrat eitt hent amboð við hondina: Hvør einasti rottangi er skrivaður á eitt blað, og soleiðis ber til at síggja, hvar hann liggur.

Tá komið er fram til tangan, verður lokið koyrt av, slangan førd niður í og innihaldið tømt umborð í tangabilin. Ein til tveir minuttir seinni er arbeiðið liðugt.

- Hetta er skjótt gjørt. Tað hindrar ikki, tá tað er so høgligt sum í hesum garðinum, sum Heri tekur til.


Longri tøming í Havn

Hesin rottangin í Streymnesi var rættiliga skjótt tømdur, men tað er kortini ikki altíð at teir sleppa so lætt.

Hóast fólk hava fingið eina reglugerð sendandi í samband við tangarnar, verður ikki altíð gjørt, so sum sagt verður. Í onkrum førum mugu teir líkasum bróta sær slóð gjøgnum runnar og greinar fyri at koma fram til tangan, men í hesum sethúsunum í Streymnesi er tangin so nær tí optimala sum tilber.

- Tá vit eru í Havn tekur tað munandi longri tíð. Tá er komið fyri, at vit ikki klára meiri enn einar níggju tangar um dagin.

- Men tá vit hinvegin eru á bygd, kunnu vit lættliga klára bæði 30 og 40 tangar eftir einum degi!, sigur Heri.

Hetta hevur sjálvandi sína frágreiðing: Høvuðsorsøkin til henda stóra munin er, at tað búgva fleiri fólk í hvørjum húsi í Havn og tí er sjálvandi meiri at tøma.

Tað er helst so sum Heri sigur: - Í Havn býr fólk í hvørjum kjallara, og tí eru fleiri um hvønn tangan!

Tá talan er um útjaðarin eru fleiri summarhús ella sethús har bara eitt ella tvey fólk búgva í.

Har er rættiliga avmarkað, hvussu nógv er at tøma og tí klára teir fleiri tangar í slíkum førum.





Hálvtannað ár síðani seinast

Tá ein tangi er tømdur, verður lokið lagt á, men áðrenn teir fara avstað, verður ein gulur seðil festur við lokið á tanganum.

- Á hesum seðilin stendur árstalið 2007. So sleppa fólk undan at ringja til IRF at spyrja, um vit hava tømt tangan ella ikki, sigur Heri.

Skipanin við tømingini av rottangunum er, at teir taka øki fyri øki, bygd fyri bygd og hús fyri hús.

Hetta vil aftur siga, at nú gera teir seg lidnar her og fara síðani til bygdirnar norðanfyri á Streymoynni, áðrenn teir fara yvir um Sundalagið at taka bygdirnar frá Oyri og norður til Eiðis, og fara síðani út á Skálafjørðin.

- Tá vit so hava verð á øllum støðunum hjá IRF koma vit aftur higar til Streymnesar. Eg haldi, at tað er umleið hálvtannað ár síðani vit vóru her seinast.





FAKTA


Treytir fyri tøming

Eigarin av rottanganum hevur ábyrgd av, at tangin er í forsvarligum standi, og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið.

Treytirnar fyri at tangin verður tømdur eru:

· at tangin er lættur at koma til

· at tað er grivið væl frá rundan um lokið

· at lokið er væl fest, men lætt at loysa

· at lokið er trygt og heilt

· at lokið er lætt at festa aftur, tá arbeiðið er liðugt

Tá ið tangin er tømdur, liggur ein litaður lepi við árstali undir lokinum á tanganum.

(Kelda: irf.fo)