Indiaferð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Áki Johannessen umboðaði Menningarstovuna á Indiatúrinum. Hann hevur verið við til at fyrireika fleiri slíkar ferðir í útlandinum eitt nú í baltisku londunum, Ruslandi og Íslandi. Hann sigur, at tað er sera umráðandi at fyrireika slíkar túrar ikki minst fyri lyklapersónar í føroyskum vinnulívi. Hetta at so nógvir vinnulívsmenn eru saman á slíkari ferð ger jú eisini, at teir koma heimaftur við somu upplivingum, sum teir so kunnu breiða út í sínum fyritøkum og arbeiðsumhvørvum. Tá tú hugsar um, hvussu lítið land Føroyar eru, so skal rættiliga lítið til fyri at venda skútuni. Hann roknar heldur ikki við, at tað finst nakað annað land, sum megnar at fáa 30 av sínum mest framstandandi vinnulívsfólkum við á eina slíka ferð. Tí metir hann Indiaferðina, sum bæði neyðuga og skilagóða.
-Tá vit tosa um altjóðagerð, so hugsa vit kanska mest um Kina, Baltikum, Rusland osfr. Tað er nógv lættari at tosa við ein indara enn ein kinesara, tí her tosa øll enskt. Tey eru eisini sera áhuga í at tosa um fiskivinnusamstarv, tí tey troyta als ikki allar fiskastovnarnar, tí tey hava ikki førleikan. Men leggja vit okkara og teirra fyrimunir saman, so kunnu vit koma langt. Kunnu vit menna okkum sjálvi og okkara samstarvspartnarar antin teir eru í India, Kina ella Baltikum, so standa vit nógv sterkari.
Tað tekur sjálvandi tíð at seta í verk nýggjar ætlanir men øll koma aftur við nógvum ríkum upplivingum og kenslum og kontaktum, sum kunnu blíva til nakað uppá sikt. Tað er ikki bara tað tú sær á slíkari vitjan, sum er gevandi. Eisini hetta at fólk eru saman og uppliva nakað nýtt hevur týdning líka mikið, hvar tú er stæddur.
Áki Johannessen heldur tí, at vit føroyingar eiga tí avgjørt at gera fleiri líknandi túrar, tó at teir ikki allir nýtast at líkjast og vera so breiðir. Teir kunnu eisini umfata eina einstaka bransju. Áki leggur eisini dent á ta sannroynd, at vit, sum eru vaksin upp í tveimum mentanum, tí føroysku og tí donsku, hava kanska eisini lættari við at umstilla okkum.









