Kom við á summarlegu!

    

Summarið nærkast og harvið eisini allar tær mongu summarlegurnar, sum Heimamissiónin skipar fyri. Og tekningarnar streyma inn.
Í ár skipar Heimamissiónin fyri tveimum summarlegum í Sørvági, einari á Viðareiði, einari í Porkeri, og níggju legum í Nesvík ? sjey barnalegum og tveimum ungdómslegum.
Á summarlegu er høvi at møta børnum úr øllum landinum, samstundis sum nógv áhugavert er á skránni. Hvønn dag er bíbliutími, sum í ár er um kongin Dávid. Eisini verða ymisk spøl og kappingar á skránni.
Á øllum leguplássunum eru góðir møguleikar at spæla fótbólt, og fleiri staðir ber eisini til at rógva í bátum. Ítriv er eisini á skránni, og í ítrivinum fara leguluttakaranir at gera sær ein lut, sum tey fáa heim við til minnis um leguna. Umframt hetta verður kanska tíð til onkra áhuga-verda náttúruuppliving.
Í løtuni streyma tekningarseðlarnir inn, men tó eru pláss eftir enn. Um tú ætlar tær á summarlegu so skunda tær og tekna teg.
Tekningarfreistin til barnalegurnar er týsdagin 10. juni, og til ungdóms-legurnar 10. juli.
Tekningarseðilin er at finna aðrastaðni í blaðnum í dag. Tekningarseðlar finnast eisini á
www.mission.fo/ssk