Turið A. Samuelsen, ein av avgjørdu profilunum hjá Kyndli í mong ár, skiftir næsta kappingarár grøna búnan út við tann gula hjá VÍF.
Við in.fo hevur Turið sagt, at høvuðsorsøkin til skiftið er, at hon hevur brúk fyri einari broyting og at royna okkurt nýtt. Hetta kemur sjálvsagt illa við hjá barndómsfelagnum, sum eisini má síggja Marionnu G. Eystberg fara til Vestmannar.
Les eisini: Kyndilsprofilar til VÍF
- Tað eru blandaðar kenslur og reaktiónir, men tey flestu skilja hasa kensluna av at vilja royna okkurt nýtt. Men sum heild eru tey flestu yvirraskaði, sum eisini er skiljandi, sigur Turið við Sosialin í dag.
Turið A. Samuelsen er í “5 skjótir” í Sosialinum í dag, har hon eisini svarar upp á hvat pápi hennara, formaðurin í Kyndli seinastu árini, Uni Arge, sigur um avgerð hennara.