18 ár í stjórastólinum endaðu knappliga við eini telefonuppringing leygardagin. Magni Arge varð boðsendur á fund við nevndarformannin, ið hevði eina fráfaringaravtalu liggjandi á borðinum.
- Vit eru samdir um at fara hvør sín veg, staðfesti Magni Arge turt, tá tíðindaportalurin in.fo tosaði við hann stutt fyri midnátt leygarkvøldið.
Í dag er gerandisdagur. Magni Arge hevur ruddað skriviborðið á stjóraskrivstovuni og er nú fyrrverandi stjóri.
- Tað er nevndin, sum setir stjóra og loysir stjóran úr starvi. Soleiðis eru spælireglurnar, staðfestir Magni Arge ídag, nú hann sigur farvæl við sítt arbeiðspláss síðstu 18 árini:
- Tað er sjálvandi sorgblítt at siga farvæl. Men eg havi góða samvitsku um tað, ið vit hava gjørt. Eg havi lagt lív og sál í arbeiðið fyri Atlantsflog, tí eg havi sæð tað sum ein part av tjóðarbyggingini at menna eina føroyska flogvinnu og eitt føroyskt tjóðarflogfelag. Og hóast tað hevur kravt mítt hjartablóð, so angri eg onki, ti eg haldi tað hevur verið tað vert, sigur Magni Arge.
Rík tíð
Nú fyrrverandi stjórin lýsir stjóratíðina í Atlantsflog sum eina ríka tíð.
- Tað hevur verið ein ómetaliga spennandi tíð saman við gløðandi eldsálum, har vit hava rokkið nógv hægri málum enn eg droymdi um fyri 18 árum síðani, sigur Magni Arge.
Nú fyrrverandi stjórin sigur tað hava verið eitt serligt privilegium at virka fyri eina fyritøku, hvørs høvuðsmál er at tæna Føroyum.
- Hvørja ferð tú røkkur einum máli, so er tað til fyrimunar. Ikki bert fyri fyritøkuna, men eisini fyri tjóðina, sigur Magni Arge og tekur fram dømi:
- Farleiðirnar sum eru settar í gongd, tyrluflúgvingin sum er ment, førleikarnir vit hava ment, arbeiðsplássini sum eru skapt, tøkniligu frambrotini við nýggja flotanum og virksemi uttan fyri landoddaranar, har vit bæði hava selt Føroyar sum ferðamannaland og føroyskar flogtænastur úti í heimi, sigur Magni Arge og leggur afturat, at bara í ár hava flogførini hjá Atlantsflog lent í fimm heimspørtum.
- Sjálvandi hava tað eisini verið brotasjógvar á leiðini. Men eftir stendur eitt væl konsoliderað felag, við óluksáliga góðum starvsfólkum, nýggjum flogførum og fleiri spennandi avbjóðingum. Eg ynski bæði teimum og felagnum alt tað besta fram á leiðini, sigur Magni Arge.
Í samrøðu við tíðindaportalin in.fo leygarkvøldið segði Magni Arge, at orsøkin til uppsøgnina av sær er at finna í manglandi stevi millum nevnd og leiðslu.
- Tú kann væl saktans siga, at vit hava ikki longur tað stevið, sum man gjarna vil, segði Magni Arge leygarkvøldið.
Í dag er tónin eitt sindur meira diplomatiskur.
- Eg havi havt eitt gott samstarv við nevndina og Niels Mortensen, sigur Magni Arge.
Hóast Magni Arge hevur ruddað skriviborðið, so hevur hann enn ikki havt høvi at siga farvæl við starvsfólkini. Og framtíðin stendur enn óviss.
- Eg havi sjálvandi vitað, at dagurin eina ferð fór at koma, men eg havi ikki lagt nakrar ítøkiligar ætlanir sum er. Royndirnar í einari sera dynamiskari, krevjandi og internationalari vinnu munnu koma mær til góðar. Men eg havi eisini aðrar royndir frá ungum arum, sum kanska skulu takast upp aftur. Hvør veit, svarar Magni Arge.