Kom sum snarljós av klárum himli

FM1: Ongantíð fyrr hevur Bakkafrost mist so nógvan laks eftir so stuttari tíð, sambært stjóranum.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost sigur, at stóra felli í aliringunum við Kolbeinagjógv, kom sera óvart á fyritøkuna.

- Hetta kom sum snarljós av klárum himli, sigur hann um tað, sum er ógvuligasta felli, sum Bakkafrost nakrantíð hevur upplivað. Upp á fáar tímar doyðu 750.000 laksar í aliringunum við Kolbeinagjógv.

 

Regin Jacobsen sigur, at enn er ikki prógvað, hvat drap laksin, men lívfrøðingar hjá Bakkafrost hava staðfest at algurnar phaeocystis, pseudo-nitzscia og heterosigma vóru í sjónum. Hetta eru alt algur, sum kunnu drepa fisk.

- Vit hava sæð slíkt henda áður, í Lopransfirði og í Skálafirði, men hetta er fyrstu ferð, vit uppliva hetta í Tangafirði, sigur hann.

 

Tosað verður eisini um, at tað stutt undan at laksurin doyði var sprænt við tøðum stutt frá alibrúkinum. Hann heldur tí, at talan kann vera um tvey óheppin samanføll.

- Um algur eru til staðar, og tær fáa nokk at eta, sum frá tøðum, so kann tað føra til, at tað verður ein ógvusligur vøkstur av algum, sum so kann drepa fiskin, sigur hann.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Regin Jacobsen á FM1.