Kom sum ein bumba

- Tað sær út sum um at tey bara vildi sleppa av við meg, sigur Jákup Danielsen. Hóast lógin gevur honum serliga verju, varð hann sagdur upp á Føroya Tele uttan nakra sum helst ávaring og enn hevur hann ikki ánilsi av, hví hann skuldi sigast upp

- Tað sær út sum um at einasta endamálið var at sleppa av við meg.

Hóast tað nú eru tríggjar vikur síðani, at Jákup Danielsen fekk sekkin á Føroya Tele, hevur hann enn ikki ánilsi av, hví hann varð uppsagdur og sendur til hús.

Og at verða uppsagdur, varð tað síðsta hann hevði roknað við.

- Tað kom sum ein bumba viðgongur hann, tí hann hevði ongi tekin sæð, hvørki í ljós ella mánað til, at hann skuldi sigast upp.

Hann hevur arbeitt á Føroya Tele í eini 10 ár. Hann varð deildarleiðari í nøkur ár, men nú var hann

leiðari á søludeplinum í felagnum, FT-Samskifti, sum er eitt undirfelag hjá móðirfelagnum hjá Føroya Tele.

Men harafturat umboðaði hann starvsfólkini í móðurfelagnum hjá Føroya Tele.

Ein orsøk til, at uppsøgnin kom so dátt við hjá honum, er, at sum nevndarlimur er hann serliga vardur í lógini ímóti uppsagnum.

- Ein nevndarlimur, sum umboðar starvsfólkini hevur somu verju sum álitisfólk.

Tað merkir, at tey kunnu ikki sigast upp, uttan víðari.

- Men tað merkir so eisini, at tað skulu heilt serligar og tyngjandi orsøkir gera seg galdandi, áðrenn ein nevndarlimur, sum umboðar starvsfólkið, verður sagdur upp.

Kortini staðfestir hann, at hann hevur onga ítøkiliga orsøk fingið fyri uppsøgnini.

- Tað einasta, eg fekk at vita, var, at, at tveir deplar skuldi leggjast saman og at tað ikki var pláss fyri mær í fyritøkuna longur.

Kortini heldur hann ikki, at var vilji til at hava hann í fyritøkuni, átti ikki at staðið á at funnið honum annað starv.

- Tað er nógv fólk farið av Føroya Tele og tað verður javnan lýst eftir fólki og sostat haldi eg ikki, at eg átti at verið til avlops, sum so.

- Summi av teimum størvum, sum eru lýst leys, eru av slíkum slagi, sum eg eri væl skikkaður at røkja, sigur Jákup Danielsen.

Hann sigur, at tað kann illa vera úrslitini hjá søludeplinum, sum umfatar telebúðirnar og annað, sum kunnu vera orsøkin til uppsøgnina, tí framgongdin hevur verið eini 20% um árið, leyðsliga mett.

Úrslitini hava bara gingið ein veg og tað er uppeftir.

-Tað einasta, eg havi fingið at vita frá leiðsluni á Føroya Tele, er, at mínum arbeiði og mínum úrslitum, er onki finnast at.

- So langt eri eg komin, men eg eri so heldur ikki komin longur enn so.

Hann sigur, at hann hevur roynt at spurt, hví hann er uppsagdur, men hann fær onki at vita og leiðslan vil ikki útgreina uppsøgnina meir.

Á sama fundi, sum Jákup Danielsen varð uppsagdur, varð eisini sjálvur stjórin í FT Samskifti, Richard Mortensen, eisini uppsagdur.

- Hann varð fyrst uppsagdur og so varð eg sagdur upp fimm minuttir aftaná, men leiðslan í Føroya Tele tvíheldur um, at uppsagnirnar hava onki við hvørt annað at gera.

Tað fær Jákup Danielsen seg kortini illa at trúgva.

Men hvussu nú við tínum nevndarsessi í Føroya Tele?

Tað er ein góður spurningur, sum ongin rættiliga dugir at útgreina, men Starvsmannafelagið metir so heilt greitt, at eg eri framvegis nevndarlimur.

Av tí, at Jákup Danielsen hevur verið starvsfólkaumboð í nevndini og sostatt er serliga vardur móti uppsagnum, verður uppsøgnin ikki góðtikin uttan víðari.

Av tí sama hevur Starvsmannafelagið tikið málið upp, men tað greiða vit frá í aðrari grein her í blaðnum.

Men Jákup Danielsen dylir kortini ikki fyri, at hann vildi havt ein enda á málinum skjótt, tí heldur hann, at hann longu hevur bíðað nokk so leingi.

Les eisini greinarnar “Uppsøgnin kannast til botns” og “Óvist um Jákup heldur fram”.