Kom so við Onglandi

Fríggjadagin verður tað gjørt av, hvørjum londum Føroyar skulu spæla ímóti í EM-undankappingini í fóbólti næstu tvey árini. Nú má stundin verða komin til, at Føroyar sleppa at royna seg ímóti heimsstjørnunum úr Onglandi. Lutakastið kann tó enda við einum sonnum ræðubólki við londum, sum liggja langt burturi og ikki eru áhugaverd fyri áskoðararnar

Fríggjadagin verður lutakast til bólkarnar í undankappingini til EM í fótbólti í 2008.
EM verður í Sveis og Eysturríki í 2008, og frá september í ár og til november næsta ár verður innleiðandi kappingin spæld kring Europa.
Øll tey 52 limalondini hjá UEFA eru við í kappingini, og tá ið Sveis og Eysturríki sleppa við til endaspælið sum vertir, eru 50 lond eftir at kappast um tey 14 plássini, sum eru tøk afturat.
Føroyar eru við mitt í rokanum, og hóast eingin mann rokna við, at Føroyar skulu fara at blanda seg upp í kappingini um plássini í endaspælini, so er spenningur stórur um, hvørji lond Føroyar sleppa at dystast við næstu tvey kappingarárini.

50 lond eru við
Tey 50 londini verða býtt í 7 bólkar. Í seks av hesum bólkum eru sjey lond, meðan í tí sjeynda bólkinum verða átta lond. Tvey tey fremstu londini í hvørjum bólki koma víðari til endaspælið.
Føroyar eru styrkismettar í tí lægsta av teimum sjey bólkunum, og tað merkir, at Føroyar hava lítlan møguleika at møta teimum veikastu londunum í Europa. Ein lítil møguleiki er, og tað er, um Føroyar enda í bólkinum, har átta lond verða við. So sleppa Føroyar at royna seg ímóti einum øðrum landi í veikasta styrkisbólkinum.
Lutakastið fer fram á tann hátt, at eitt land verður drigið úr hvørjum styrkisbólki, og tað er her, at spenningur av álvara kemur í. Føroyar kunnu draga nógv spennandi lond, men tað ber eisini til at fáa eitt vánaligt lutakast og skula spæla ímóti minni áhugaverdum tjóðum, sum hartil kanska liggja langt burturi frá Føroyum.

Ynskisbólkurin ella ræðubólkur
Tað er langur teinur frá ynskibólkinum til ræðubólkin í lutakastinum. Í øllum førum koma Føroyar at spæla ímóti nógvum sera sterkum tjóðum, men tað eru ikki øll lond, sum eru eins spennandi fyri spælarar og áskoðarar.
Ynskibólkurin hjá Føroyum kundi sæð soleiðis út: Ongland, Italia ella Holland, Danmark, Skotland, Ísland, Norðurírland, Føroyar og Liktinstein
Hinvegin kann lutakast eisini laga seg til dømis soleiðis: Kekkia, Kroatia, Slovakia, Slovenia, Albania, Armenia, Føroyar og Kasakhstan.

Ongland til Føroya
Í teimum báðum sterkastu bólkinum er ítróttarliga avbjóðingin hjá Føroyum sera stór, og tað er kanska júst her, at tey mest áhugarverdu londini eru at finna. Munurin í styrki millum tey ymsu londini er ikki stórur, og tí ber til at ynskja sær, at tey sterkastu londini, vit fáa í okkara bólk, verða áhugaverd ítróttarliga og fíggjarliga. Føroyar hava spælt ímóti stórum tjóðum sum Týsklandi, Spania, Fraklandi og Kekkia, men enn hava vit ikki havt møguleikan at dystast við ensku heimsstjørnurnar.
Tað hevði tí verið eitt satt dreymalutakast fyri bæði spælarar og áskoðarar, um Óli Johannesen og teir fingu møguleikan at dystast tvær ferðir ímóti David Beckham, Frank Lampard, Wayne Rooney og Michael Owen.

Fíggjarligt tryggari
Nógvar tær fyrstu ferðirnar, tá ið Føroyar vóru við í lutakastunum, stóð so at siga alt fíggarliga upp á spæl. Nøkur lutakast vóru lítið heppin - eitt nú tá ið Rumenia og Russland vóru hægst styrkismettu mótstøðuliðini - men seinni hilnaðist tað betri, tá ið Føroyar vóru í bólki við Spania og seinni Týsklandi og Fraklandi.
Nú er sjónvarpssáttmálin, sum FSF hevur við týska felagið SportFive, soleiðis skrúvaður saman, at møguleikin fíggjarligum katastrofu lutakasti ella fyri orduliga at skjóta papageykin er væl minni. Tað kemst av, at tryggjaða grundupphæddin er hægri, enn hon var tey fyrstu árini. Í FSF hildu teir seg fyri trimum árum síðani vera noyddir at fáa størri fíggjarliga trygd inn í sáttmálan við týsku fyritøkuna.
Men tað sigur seg sjálvt, at tað verður stórur munur í áhuganum fyri at síggja heimadystirnar og harvið í áskoðarainntøkunum, um størstu mótstøðuliðini vera eitt nú Ongland og Italia heldur enn Kekkia og Rumenina.
Lutakastið til EM-undankappingina verður fríggjadagin kl. 11.00.


- - - -

EM 2008

Fríggjadagin verður lutakastið til bólkarnar í undankappingini til EM 2008. Londini eru styrkismett í sjey bólkar, og Føroyar skulu spæla ímóti einum landi úr hvørjum styrkisbólki

Bólkur 1
Grikkaland
Holland
Portugal
Ongland
Kekkia
Frakland
Svøríki

Bólkur 2
Týskland
Kroatia
Italia
Turkaland
Pólland
Spania
Rumenia

Bólkur 3
Serbia og Montenegro
Russland
Danmark
Noreg
Bulgaria
Ukraina
Slovakia

Bólkur 4
Bosnia-Herzegovina
Írland
Belgia
Letland
Ísrael
Skotland
Slovenia

Bólkur 5
Ungarn
Finnland
Estland
Wales
Litava
Albania
Ísland

Bólkur 6
Georgia
Makedonia
Hvítarussland
Armenia
Norðurírland
Kypros
Moldova

Bólkur 7
Liktinstein
Aserbadjan
Andorra
Malta
Føroyar
Kasakhstan
Luksemborg
San Marino