Kom so við loysnini, Bill!

Gerhard Lognberg
løgtingsmaður

Bill Justinussen, løgtingsmaður skrivar grein í Sosialunum tann 7. august um lítla Petur. Sjálvur vil eg pástanda, at greinin er óndsinnað, og einki minni enn tað.
Fyri tað fyrsta leggur hann allan Javnaðarflokkin, eg íroknaður, undir at gera tað ringasta ímóti hesum so fitta smádrongi.
Er tað nakað, sum harmar meg, so er tað tað, at hesin smádrongur verður brúktur til at vinna sær sjálvum politiskan vinning.
Eg kann siga tær Bill, eg eigi sjálvur abbabørn, og kann eg so væl seta meg í tað ringu støðu, sum omman at barninum er í.
Um tað var eins egna abbabarn, sum var tikið, og sent av landinum, tað er ein stór sorg fyri barnið, og ommuna sum eg í skrivandi løtu og tungum hjarta, ikki kann seta orð á, og biði eg eftir at drongurin kann verða verandi heima í Føroyum.
Tú harmast um, at tú ikki er sloppin at seta spurningar á tingi, grundað á, at tingið er í summarfrí. Tú nevndi sjálvur í tinginum, at um tingmenn tveittu við lorti, so kundi man skjótt dálka seg sjálvur. Eg eri bangin fyri, at tað er tað sum tú ger sjálvur nú.
Tú hevur sitið í hesum sessinum fyri nøkrum mánaðum síðani, og eftir skrivinum at døma veit tú onkran útveg á hesum so syndarliga málið.
Tí komi eg við einum uppskoti, at eg kann bera so í bandi, at tú fær ein fund við Hans Paula Strøm, og eg sjálvur eri við, og onkur juristur, so kundi vit fingið tað fram, sum tú veit um hetta mál.
Og trúgvi eg, um tú hevur loysnina, so má landsstýrismaðurin Hans Pauli, helst við gleði taka við hesum ráðum, um hetta ikki bara er tín meining, at royna at seta onnur tingfólk í ringt ljós.
Og er tað mín bøn, at vit kundu hjálpt hesum drongi úr tí syndarligu støðu, at noyðast at fara til Danmarkar aftur.
Tí, sum man skilur hetta skrivið hjá tær, so er tað bara illvilji av tingmanning og landsstýrismanni floksins, at drongurin verður sendur til Danmarkar.
Eg havi sitið í eini kommunu nú skjótt í nógv ár, og veit eg av royndum, at tað er hart at stremba ímóti tí sum hevur foreldramyndugleikan.
Tú nevnur í skrivinum, at løgfrøðisligu frumskógurin ongantíð má gerast ein forðing fyri rættvísi, vit og skili. Tú veitts betur enn tú letst.
Til síðst fari eg so innarliga at biða teg, Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, um at seta øll segl og gera alt, sum stendur í tíni makt fyri at hjálpa hesum hjálparleysa barni, at tað ikki verður sent av landinum.