Kom so við Álandi

Grønlendingar vunnu heldur ikki á Føroyum hesaferð, men mótstøðan úr stóru oynni harðnar fyri hvørja ferð

Lerwick: Eftir lætta sigurin á Hetlandi fyrr um dagin, høvdu menninir eina heldur truplari uppgávu, tá teir í seinasta dystinum á kvøldinum skuldu royna seg móti Grønlandi.
Ikki tí. Grønland hevur enn ongantíð roynt at vinna á Føroyum, og tað gjørdu teir heldur ikki hesaferð. Men í nógvum førum hevur talan verið um sera javnar dystir, og hóast settini siga 3-0, so var talan als ikki um nakran lættan sigur hjá okkara monnum.

Fyrsta settið gekk annars uttan stórvegis trupulleikar. Rúni, Jón og Bartal skiftust um at smasha seg fram við grønlendska blokkinum, og hóast spælið sum heild ikki koyrdi heilt optimalt, so tóktist hetta vera nóg mikið til ein hampuliga tryggan sigur.
Tað kom tó spakuliga kinkur í føroyska spælið. Grønlendingarnir fingu spakuliga blokkin at standa betri, og hetta smittaði sjálvsagt víðari í spælinum. Móttøkurnar gjørdust betri, og í fleiri førum kom føroyska liðið undir veruligt trýst.
Frustratiónir tóktust eisini at koma í spælið hjá okkara, sum als ikki tóktist eins komfortabult. Oftani varð styrkin nýtt heldur enn skilið, og kendu grønlendingar sína vitjunartíð, so kundu teir helst havt tikið okkurt settið.
Men fyri tað mesta eydnaðist kortini at halda grønlendska liðnum aftan fyri, og í einstøkum rykkum fingu okkara so eisini togað seg avgerandi pettið frá mótstøðuni. Og so skerst ikki burtur, at ein stórur munur millum Føroyar og Grønland eisini var, at Rúni Weihe er í okkara parti. Ikki minst kom hetta greitt fram seinastu løtuna av triðja settinum. Tá avgerandi bóltarnir skuldu vinnast, hevaði Bárður yvir til komandi liðfelagan, sum eisini var ósvikaliga tryggur hvørja ferð.
Tvey stig afturat kontini komu til høldar, og so var bara at kvika sær heim undir brúsuna og í song, soleiðis at menn kundu vera so hvíldir sum gjørligt undan næsta dystinum, sum var á skránni týsmorgunin. Og týskvøldið verður so stóri dysturin í bólkinum. Tá fara Føroyar og Áland at takast í oddabrakinum. Ein dystur, sum eisini ger av, hvørt liðini skulu møta Saaremaa ella Bermuda í hálvfinaluni.