Kom, skar og át

Hvalvík: Meðan gøtufólk og klaksvíkingar tókust við at drepa grind, lá ein einsamallur springari og bardist fyri lívinum í Hvalvík seinnapartin í gjár.

Hann var komin heldur nær landi, - so nær, at hann hvørki slapp út aftur ella inn á land.
Soleiðis lá hann og stríddist í ein góðan tíma, áðrenn ein maður tók seg um reiggj, gekk út til springaran, skar hann á háls og dró hann á land.
Her var so bara tann eini grindaparturin, og helst endaði tvøstið á onkrari pannu í gjárkvøldið.