Kom óvart á

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost sigur, at tað kom óvart á leiðsluna, at Teitur Samuelsen hevur valt at fara í annað starv.

Bakkafrost hevur fyrr í kvøld um tíðindaskriv boða frá, at fíggjarstjórin í felagnum, Teitur Samuelsen, hevur sagt seg úr starvi.

 

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sigur, at boðini frá Teiti Samuelsen, um at hann gevst sum fíggjarleiðari, komu ógvuliga óvart á leiðsluna í Bakkafrost.

- Teitur Samuelsen hevur fingið bjóða eitt annað starv, sum hann heldur vera sera spennandi. Tað kom ógvuliga óvart á okkum, sum snarljós av klárum himli, men vit virða sjálvandi avgerðina hjá Teiti Samuelsen, sigur hann.

 

Les eisini Teitur Samuelsen gevst í Bakkafrost

 

- Teitur Samuelsen hevur verið ein dugnaligur fíggjarstjóri og hevur verið góður fyri Bakkafrost, tey stívliga fimm árini hann hevur starvast hjá okkum. Vit harmast stórliga um avgerðina hjá honum um at siga seg úr starvi, men vit virða hana sjálvandi, sigur Regin Jacobsen.

 

Regin Jacobsen sigur, at Bakkafrost nú fer undir at søkja eftir nýggjum fíggjarstjóra.

- Tað er nokk ein sannroynd, at tað er ein fyrimunur fyri felagið, um viðkomandi tosar føroyskt, so tað verður allarhelst ein føroyingur, sigur Regin Jacobsen at enda.