Kom og verð við upp á tað!!!

Leygarkvøldið verður cool Halloween-tema í Barok Hettar vikuskiftið fara vit at brúka Halloween sum tema, so vónandi møta fólk upp í rætta Halloween-stemningi og ?eru við uppá tað:? Leygarkvøldið verður vinningur til tvær tær flottasti grýlurnar og sjálvandi sleppa øll sum eru grýluklødd ókeypis inn.

 

Live-tónleikurin hesuferð verður framførdur av Mikkjal Hvannastein og Kristian Johannesen.

 

Mikkjal Hvannastein er helst ein tann besti guitarspælarin, sum vit eiga her á landi og hann hevur spælt við eini rúgvu av bólkum, so sum: I AM, Heina Lútzen, Strange Fruit, United Voices, Kjølar, ROK, Malan Eyðunsdóttir og mongum øðrum. Av útlendskum nøvnum kunna nevnast Jon Lotterud, Russ Taff, Jan Honningdal.

Kristian Johannesen er nýggjur á marknaðinum, hevur spælt og sungið kór hjá Torkil Mørkøre einaferð, og nú er tíðin komin at royna seg sjálvan live.

 

Diskotekið í Barok verður við DJ Ólavur.