Kom og verð stuðulsforeldur í Guinea

Napoleon Smith,
AAEG Barnahjálpin FØROYAR


Ynskir tú at gerast stuðuls­foreldur at einum barni? AAEG Barnahjálpin er før­oyskt guineanskt samstarv, sum hevur til endamáls at tryggja illa støddum børnum í Guinea (Afrika) eina framtíð ígjøgnum skúlagongd. A.A.E.G. er fronskmælt stytt­ing fyri „hjálp til børn í Guinea“.

Vón til vónleys børn
Støðan hjá mongum børnum í Guinea er svár. Orsøkirnar eru ymiskar, men síggjast serstakliga í kjalarvørrinum av afturvendandi borgara­kríggj­unum í londunum rund­anum, politiska ófrið­num, HIV smittuni, fátækra­døminum og bundin­skap­in­­um av andadyrkan. Í hes­­um at kalla minulagda um­­hvørv­inum missa tílík børn alla vón.
Við endamálinum at geva vón til vónleys børn, arbeiða guineanski Pastor Daniel Tolno og kona hans­ara Marie saman við kristnu familjunum í lokal­umhvørvinum, við at stuðla børnum frá trongum familju­korum í at sleppa í skúla og at vísa teimum ta forsømdu foreldraumsorgan, sum tey hava tørv á. Henda hjálp verður veitt í fjølbroytni, uttan mun til kyn, etniska og átrúnaðarliga bakgrund hjá børnunum.
Tá ið tú stuðlar einum barni í at koma í skúla, so gevur tú tí eina framtíð, og kemur hetta at ávirka alla familjuna eins og ringar á einum vatni. Eitt dømi um hetta er søgan um hin fyrsta drongin, sum Daniel Tolno sum ungur byrjaði at stuðla til skúlagongd í 1994. Frá eini vónleysari tilveru við alkoholikaraforeldrum, hev­ur hesin drongur við tíðini bæði kunnað tikið uni­versitetsprógv og hjálpt allari familjuni, og hevur hann síðan takkað Daniel stórliga fyri hesa lívsbroytandi hjálp.

Vit kunnu hjálpa
Stuðulin úr Føroyum er bygd­ur á eitt tætt vinarlag ímill­um undirritaða og Pastor Daniel Tolno, og gávur og brøv fara sostatt óskerd til beinleiðis at gera mun, og kom peningurin fram í øllum góðum áðrenn skúlabyrjan í fjør summar – ein hending, sum nú gleðir børn og familjur ómetaliga og birtir aftur­vendandi takksemi mót­vegis stuðlunum í Før­oyum. Tað kostar minni enn 1000 krónur at tryggja einum barni skúlagongd í eitt heilt ár.
Við skúlaárið 2013-2014 vaks talið av børnum, sum verða stuðlaði úr Føroyum, frá tveimum til átta børn. Gávurnar úr Føroyum hava skapt eitt gott samband ímillum Tolno hjúnini og tær mus­limsku og animistisku familjurnar rundan um børn­ini, tí tær síggja ein sterkan vitnisburð í tí arbeiðinum, sum Daniel og Marie gera fyri børn teirra.
Enn kemur AAEG barna­hjálpin fram á børn, sum ikki ganga í skúla, og síggja vit fram til at stuðla 20 børnum afturat teimum 30, sum verða stuðlaði í skrivandi stund. Ætlanin er eisini at byggja ein hjálparmiðdepil og eru barnalegur á skránni í summar.
Ert áhugaður í at frætta meir um hetta hjálpararbeiði, stuðla einum barni persón­liga ella annað, so kanst tú seta teg í samband við meg á napsmith@meyl.fo ella á 260524.