Kom og royk við mær... Nei!

Ungir føroyingar eru vorðnir alsamt betri til at takka nei til fyrstu sigarettina. 21 prosent av næmingunum í 9 flokki roykja nú dagliga, sammett við 33 prosent í 2003 Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur síðan 1989 regluliga kannað, hvussu til stendur við tubbaksroyking hjá føroyskum ungdómi.

 

Seinasta kanningin, sum er kunngjørd í dag, varð gjørd á vári í 2007, tá heitt var á allar næmingar í 9. flokki um at svara einum spurnablaði. 630 næmingar, ella 81 prosent av næmingunum tóku lut í kanningini.

 

Tølini vísa greitt, at talið av roykjarum millum ung er støðugt minkandi. 21,2 prosent av dreingjunum og 21,6 prosent av gentunum søgdu seg hava roykt dagliga seinastu 30 dagarnar. Í 2003 var talið ávikavist 33,6 prosent og 33,2 prosent.

 

Eisini søgdu 11,6 prosent av øllum næmingunum seg roykja dagliga, longu tá teir vóru 13 ára gamlir ella yngri, og var tað 21 prosent í 2003. 32,7 prosent, samanborið við 47 prosent í 2003, høvdu roykt onkuntíð seinastu 30 dagarnar.

 

Verða undanfarnar kanningar bornar saman við hesa sæst, at royking nú er minni enn nakrantíð millum hesi 15 ára gomlu.

 

Dagligir roykjarar í prosentum, býtt á ár:

 

1996 39 prosent

1997 37 prosent

1998 30 prosent

1999 28 prosent

2003 33 prosent

2007 21 prosent