Týsdagin seinnapartin verða øll ung millum 15 og 25 ár boðin á cool dansiskeið í Eysturskúlanum í Havn. Tað eru Ung í MáF sum skipa fyri. Dámar tær hipphopp, breakdance, ballet, ella dámar tær rætt og slætt at røra teg, so fært tú høvi hjá Jamie Boylan at samansjóða alt tað, sum tú dugur, og at flyta teg ávegis, áfram, gjøgnum hamskifti til broyting. Hetta lova Ung í Máf, sum hava tikið stig til dansiskeiðið, har enski dansarin Jamie Boylan fer at leggja ungu føroyingunum lag á.
Kendur dansari
- Óansæð hvønn dansin, tær líkar best, um tú ert roynd ella óroynd, so er Jamie Boylan maðurin. Hansara spennandi máti at arbeiða við contemporary dance samansjóðar tað dynamiska arbeiðið á gólvinum og rørslur, sum loysast, spretta og vaksa út í rúmið, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Jamie Boylan er onglendingur og hevur útbúgving frá London Contemporary Dance School. Hann undirvísir í løtuni á fleiri ymiskum skúlum í Onglandi, eins og hann dansar í Aletta Colins Dance Company og Arty Physical Intelligence.
Í Føroyum er Jamie Boylan best kendur sum dansari í føroysku operuni ?Í Óðamansgarði?. Meira um Jamie Boylan á: www.artyphysicalintelligence.co.uk
Tekna teg nú!
Dansiskeiðið verður í Eysturskúlanum týsdagin 27. mars kl. 17-20, og øll ung millum 15 og 25 ár eru vælkomin. Tá verður eisini møguligt at tekna seg sum lim hjá í Ung í MáF, har limagjaldið er 100 krónur árliga. Tekning til skeiði fer fram hjá MáF í seinasta lagi mánadagin 26. mars 2007, og er kostnaður fyri skeiðið 200 krónur.
Samband fæst við Birnu Heinesen á 222443, ella á birna@hotmail.com. Skrivstovan hjá MáF hevur nummar 315624, ella maf@maf.










