Kom nú løgmaður!

Oddagrein

Tá ið løgmaður um knappar tvær vikur fer at halda ólavsøkurøðuna, eigur hann at boða frá, at landsins leiðsla miðvíst fer at gera nakað við vaksandi fráflytingina og minkandi fólkatalið her í Føroyum. Um løgmaður ikki hevur eina ætlan fyri, hvussu tað skal gerast, eigur hann í øllum førum at gera greitt, at ein verulig – og ítøkilig – ætlan longu í hesum árinum verður fyrireikað og sett í verk.


Sosialurin hevur seinastu vikuna við tølum, talvum, greinum og samrøðum víst á, hvussu álvarsamur trupulleikin við fráflytingini og minkandi fólkatalinum er. Tað snýr seg um framtíðina og vælferðina hjá okkum øllum, og ein veruligur og miðvísur innsatsur skal til fyri at venda gongdini og snara afturgongd og dapurskygni til framgongd og framburð.


Løgmaður hevur roynt at fyrihildið seg til trupulleikan. Tað gjørdi hann í samrøðu við Sosialin fyri viku síðani. Útsangir hansara um fólkaminkingina vóru tó merktar av undanførslum og umberingum fyri, at landið bløðir fólk. Løgmaður segði, at onnur útjaðaraøki hava sama trupulleika, og har hava politikarar heldur ikki megnað at gera nakað við skeivu gongdina. Hann segði eisini, at landsstýrið longu hevur sett í verk onkur átøk fyri at minka um fráflytingina – millum annað nýggja skattaskipan. Eisini vísti hann á búskaparvøkstur, lágt arbeiðsloysi og fleiri arbeiðspláss í høvuðsvinnuni.


Løgmaður hevur rætt í, at gongdin í samfelagnum er betri nú, enn hon hevur verið, og ein skattalætti er í prinsippinum ein bati, hóast nýggja skattaskipanin í stóran mun leskaði tey, sum eru væl fyri, og tey, sum arbeiða nógv. Men er hetta nóg mikið? Verður nú bíðað eftir úrslitunum, sum ikki hava víst seg enn, sum Fólkaflokkurin tekur til?


Í ólavsøkurøðu síni eigur løgmaður at gera púra greitt, at Føroyar hava eina avgerandi avbjóðing í at minka um fráflytingina og fáa vøkstur í fólkatalið aftur, áðrenn vit veruliga koma inn í eina ónda ringrás, og gongdin ikki vendist. Tað skal løgmaður gera uttan undanførslur og umberingar. Hann skal stilla seg í front sum ein leiðari fyri landið og fólkið og boða frá, at landsins leiðsla tekur trupulleikan í stórum álvara, og hann skal ítøkiliga leggja fram í yvirskriftum, hvørji átøk samgongan ætlar at spæla út við fyri at venda gongdini. Kom nú løgmaður!