Kom illa fyri tí oljan var stolin úr bátinum

Í gjár kom ein bátseigari í Fuglafirði illa fyri. Hann skuldi fara í bátin at flyta hann men tá ið hann hevði siglt eina løtu, steðgaði báturin upp. Tá varnaðist hann at oljutangin var tómur, men lukkutíð var olja eftir í einum eykatanga, so hann fekk bjarga sær til lands aftur.

 

Av røttum skuldi olja ikki mangla í tanganum, tí eigarin visti, at leygardgin vóru 600 litrar í tanganum. Men í tíðini frá leygarnáttina, til í gjár, hevur onkur verið umborð og tømt tangan.

 

Løgreglan er komin upp í málið og fara nú at kanna tað. Eitt, tey fara at kanna, er um nakað er av vakmyndatólum har um vegir, tí myndir haðani kunnu vera ein stórur fyrimunur í uppkláringararbeiðnum.