Kom illa fyri á rulluportri

Í nátt kom ein bilførari illa fyri á einum rulluportrið við Kollafjørð. Hann kom koyrandi aftan á ein buss og teir skuldu sálvandi báðir um rulluportrið. Bussurin kom yvirum í øllum góðum, men tá ið persónbilurin skuldi fara yvirum, kundi gingið galið.

Eitt rør í rulluportrinum leyp upp og gjørdi skaða á bilin.

Løgreglan sigur, at helst hevur rulluportið ikki tolt trýstið frá bussinum og er loysnað.

Vildi illa til, kundi herviligur skaði staðist men, men hesuferð spældi væl av.

Landsverk fekk boð um støðuna og fekk boð um at umvæla tað so skjótt, tað bar til