Ætlanin var, at samráðingarnar um at fáa enda á borgarakrígnum í Uganda skuldu byrja í gjár, men tá tann fyrsti fundurin skuldi setast, var uppreistrarleiðarin, Joseph Kony, ikki at síggja.
Joseph Kony hevur verið leiðari í uppreistrarherinum Harrans Mótstøðuherur. Hesin herurin er kendur fyri sín ómenniskjaliga harðskap, og altjóða krígsbrotsmannadómstólurin ICO hevur kunngjørt, at hann vil hava fatur á Joseph Kony og næstovasta hansara, Vincent Otti. Tað fekk teir báðar at fjala seg, og teir hava boðað frá, at teir koma iki til samráðingarnar, fyrr enn IOC tekur síni boð aftur. Men tað vil dómstólurin ikki.
Borgarakríggið í Uganda hevur vart í 20 ár og hevur verið sera blóðugt. Tann 29. august eydnaðist tað at fáa partarnar at semjast um vápnahvíld. Eftir er at fáa partarnar at semjast um varandi frið, men uttan Joseph Kony eru samráðingarnar nyttuleysar, skrivar AP.