Tað var ikki serliga stuttligt hjá einum sjómanni í Havn, tá ið hann kom heim eftir at hava verið burtur í einar tveir mánaðir.
Hann sá alt fyri eitt, at tað hevði verið innbrot í íbúðini og tá ið hann kannaði eftir, varnaðist hann, at fitt av pengum, einar 6.000 krónur, vóru stolnar, umframt ymisk telduútgerð. Harumframt var íbúðin eitt sindur illa viðfarin, sum tey siga.
Hann hevur meldað málið og løgreglan er nú farin í holt við kanningarnar, og tey siga eisini, at tey hava ymsar ábendingar um, hvar tey skulu leita eftir innbrotstjóvunum.









