Kular Røtur fingu eina hjartaliga móttøku í Danmark, har tey frísku børnini í vikuskiftinum sungu og spældu úr kenda og stóra sangskattinum.
Tað var fult føroyingahús og jaliga fjøldin av børnum og vaksnum sungu væl við, tá stóru hittini, Vov Vov, Hon er omma mín og 10 bibbur rungaðu frá pallinum. Lagið var gott og 11 ára gamli Beinir Troest Rasmussen, forsangari og gittaristur í Kulum Rótum hevði eisini ein boðskap at bera børnum og vaksnum í Keypmannahavn hendan dagin. - Tit eru so kuul. Vónandi kom tit skjótt heim til Føroyar at búgva!











