Tann 21. desember frættist, at Trúgvi Tausen var deyður í Íslandi 75 ára gamal. Trygvi búði í Íslandi, har hann var kallaður Martinson. Hann er ein av teimum føroyingunum, sum hava merkt so nógv fyri tað heilt serliga samband, sum er millum londini bæði.
Trygvi var sonur Dortheu og Martin Tausen, Martin á Gaddi, úr Vági. Martin var ein kendur sjómaður og skipari. Hann átti eina tíð Saksaberg. Dorthea doyði, tá ið børnini vóru smá. Martin sjálvur fórst í bestu árum á sjónum við einum íslendskum fiskiskipi.
Trygvi fór longu til skips 14 ára gamal sum vanligt hjá dreingjum tá í tíðini. Hann fór við pápa sínum, sum hann sigldi við í fleiri ár.
Trygvi fór rættiliga ungur til Íslands. Hetta hevur verið í teirri tíðini, tá nógvir føroyskir fiskimenn fóru til Íslands, har tað tá vóru góðir møguleikar hjá føroyskum fiskimonnum. Har giftist hann við íslendsku Ingibjørg, og eiga tey trý børn og fleiri barnabørn.
Trygvi fór ungur til Danmarkar at læra til kokk og hovmeistara, og tað er í hesum starvinum, at hann hevur virkað, inntil hann legðist upp í 2003. Hann hevur eisini verið kokkur við “Norrønu”. Trygvi var eisini viðurkendur kokkur á hotellum í Íslandi.
Á sjómannadegnum í Reykjavík í 2003 fekk Trygvi heiðurmerki fyri at hava virkað á sjónum í 35 ár. Hetta heiðurmerki var handað honum av Guðmundi Hallvarðssyni, sum tá var altingsmaður og formaður fyri Sjómannadagsráðið, sum skipaði fyri sjómannadegnum.
Systkin hjá Trygva vóru Jenny, Lissi, Hendrik og Rudolf. Bert Hendrik og Jenny liva eftir. Jenny var gift við Alfred Gøtuskeggi í Norðragøtu, har tey búðu eina tíð. Tá plagdi Trygvi at koma norður til Gøtu at ferðast. Vermamma Jenny, Gitta, var so góð við hann, og hon plagdi at kalla hann Trofast fyri hansara trúfesti.
Trygvi gjørdist sjúkur av krabbameini fyri nakað av tíð síðan. Hann visti eisini hvønn veg tað bar. Tá ið hann fylti 75 ár tók hann eitt óvanligt stig. Hann kom saman við øllum sínum til Føroya at halda føðingardagin og samstundis at taka avskeð við Føroyar og sína familju her. Her savnaðist øll í vitahúsunum í Akrabyrgi, har tey í friði og náðum fingu hugna sær hesa seinastu ferð, tey vistu at øll fóru at vera saman. Hetta sigur nakað um, at Trygvi hevur verið nakað serligt, og váttaði hann eisini heitið Gitta setti á hann í síni tíð. Hetta gevur hansara ætt í Føroyum eitt serligt minni um Trygva.
Trygvi var ein av teimum mongu føroyingum, sum hava umboðað sítt land á ein virðiligan hátt úti í heimi.
Vit senda eina heilsan til hansara familju í Íslandi.
ó.