Kom fram í ljósið Jørgen!

Levi Mørk, byráðslimur, og ikki at gloyma eisini námsfrøðingur,sum hevur ábyrgd báðumegin borðið!
................

Eg fari at heita á stýrandi partar í pedagogmálinum um at fáa enda a verkfallinum.  
Tað er komið mær fyri oyrað, at Føroya Pedagogfelag á seinasta samráðingarfundi ikki fekk boðið nakrar ítøkiligar tímar til fyrireiking og ikki eitt oyrað í lønarhækkan.
Um vit taka Ísland sum dømi, so fáa námsfrødingar har framvegis – hóast figgjarkreppu! - 5 tímar hvør um vikuna til fyrireiking og 25% i lønarhækkan.  
Í Føroyum fáa námsfrøðingar hvørki av hesum!
Hetta er ein stór niðurgering av teimum, sum "ansa" okkara framtíð, t. e.: børnunum. Tað kann ikki vera rætt.
Tórshavnar kommuna sparir fleiri millionir av hesum verkfalli, og sum býráðslimur í Tórshavnar kommunu vil eg hava eina loysn á málinum í stundini.  
Mítt ynski er, at Føroya Pedagogfelag fær eitt betri tilboð enn tað seinasta, sum var ein vanlukka!
Somuleidis fari eg heita á landsins mydugleikar, t.e.: Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um at koma fram i ljósið og ikki ganga sum eitt huldufolk og kasta boltin til eitt nu KAF og FPF.  
Størsti avgerðarætturin liggur hjá Fíggjarmálaráðnum.  
Verkfallið rakar nú sera hart, og støðan er ótolandi fyri okkum øll. Ábyrgdin er hjá okkum øllum – politikarum, bæði kommunalum og landspolitikarum.