Kom fram í ljósið!

Seinastu tíðina hava nøkur lesarabrøv í almennu føroysku tíðindabløðunum verið frá persónum, ið vilja vera dulnevndir.
Hetta er ein gongd, ið má steðgast!

Sólvit Nolsøe

Sum lesari av báðum teimum stóru føroysku tíðindabløðunum, Dimmu og Sosialinum, kemur fyri, at mann dettur fram á okkurt áhugavert lesarabræv.
Oftast er tað yvirsktiftin, ið fangar, og tí setist ein at lesa brævið.
Sum ein situr og grevur seg ígjøgnum brævið, verður mann meir og meir áhugaður í hesum, tí ofta vísir tað seg, at nógv er væl skrivað.
Eg sigi ikki her, at eg eri samdur í øllum sjónarmiðum og hugsanum, ið hesir parttíðar skribentar seta fram, men alíkavæl er tað ofta stuttligt og áhugavert at lesa og síggja, hvussu ymisk vit øll eru, og hvussu nógvar og ymiskar meiningar okkara nú einaferð eru.
Komin til endan á brævinum økist spenningurin yvir, hvør hesin illi føroyingurin er. Men har verður mann ofta skuffaður! Tíverri má sigast!
Tað vísur seg, at rákið er farið tann vegin, at fólk ikki longur tora at siga, hvørji tey eru! Tey tora at spilla nógv út í almennu miðlunum, men tey tora ikki at seta sítt navn við sína hugsan. Tey vilja heldur goyma seg aftan fyri eitt dulnavn, sum eingin kennir tey við. Hví rákið er blivið so, er ikki gott at vita, men hetta er eitt mál, ið er keðiligt, og sum bløðini burdu kunnað tikið sær av.
Eftir míni meting skuldu øll dulnevnd lesarabrøv blivið kasseraði og koyrd í skrellispannina!
Eg kann taka nøkur einstøk dømir fram fyri at undirbyggja argumentini í hesum stutta skrivi:

Dimmalætting nr. 185. 26. sep 2006: Har nevnir ein seg komandi útiseti. Hesin komandi útisetin bønar ein útiseta um IKKI at flyta heimaftur til Føroyar! Hann sigur, at hetta er eitt ræðuligt stað at búgva í! Hann leggur kristin undir at vera fundamentalistar, og hann sigur, at politikarar skoyna sær við tínari atkvøðu!
Hetta er alt rættuliga ógvuslig skriving, og eg haldi ikki, at tað er rætt, at viðkomandi skal sleppa at framseta slíkar ákærur uttan at siga, hvør hann er!

Eitt annað dømi úr sama blaði:
Ein, ið nevnir seg Skattaborgari á Sandi leggur hart út eftir Sands bygdaráð og serliga býgdarráðsmanninum Páll á Reynatúgvu. Vikomandi høvundur er ónøgdur við arbeiðið og arbeiðsmátan hjá Sands bygdarráði.
Hetta er so eisini í lagi, tí ein og hvør hevur rætt at vísa sína ónøgd, og ein SKAL ikki vera nøgdur við alt, men alíkavæl haldi eg, at Skattaborgarin á Sandi skal siga, hvør hann er.
Hetta lesarabræv er, sum (næstan) øll onnur lesarabrøv, hugsanir og staðfestingar, sum ein einstakur persónur stendur fyri. Tí burdi Skattaborgarin á Sandi sagt, hvør hann er, soleiðis at allar misskiljingar verða burturbeindar. Skattaborgari á Sandi er eitt rættuliga breitt hugtak!
So líkamikið um ein er nøgdur ella ikki, nøgdur ella stuðlar Páll á Reynatúgvu ella ikki, so haldi eg, at mann skal tora at seta navn sítt við meining sína!
Nú situr tann, ið lesur hetta kanska við eini kenslu av, at hetta lesarabræv kanska ikki hevur nakað við almenna kjakið ella dagsskránna at gera, men hóast alt haldi eg, at hetta hevur týdning. Vit liva í einum demokratiskum samfelag, har vit njóta gott av fleiri frælsum, men alíkavæl skulu hesi frælsi ikki misýtast til at leypa á fólk uttan at tora at standa fram! Hevur tú eina meining, sum tú vil rópa hart við, kom so fram í ljósið og rópa hana! Ikki goyma teg!
Til seinast vil eg koma við eini áheitan til miðlarnar um ikki at lata dulnevnd lesarabrøv og dulnevndar meiningar koma alt ov nógv fram! Hetta er ikki gott fyri nakað, tí aloftast verður lagt á persónar og samkomur og annað í dulnevndum brøvum. Tey, ið rakt verða sleppa ikki at verja seg, tí tey vita ikki hvønn tey skulu venda sær til fyri at tala sína søk!
-------
Viðmerking frá Sosialinum
Vit á Sosialinum eru so púra samd við Sólviti í tí hann sigur um dulnevnd lesarabrøv í føroysku bløðunum. Vilja tó vísa á, at Sosialurin tann 24. mai 1997 gjørdi av, at dulnevnd lesararbrøv ikki hava innivist í Sosialinum  og tað hava tey ikki havt síðani!
Okkara royndir hesi sløku 10 árini eru, at hetta stig hevur lyft kjakið úr tí dýki, sum dulnevnd lesarabrøv í mannaminni hava ført kjakið út í.
Vit fegnast, tá aðrir miðlar gera okkum tað eftir.

Eirikur Lindenskov,
blaðstjóri